Klaksvík:
Tað vóru 22 sera errin børn, sum fríggjadagin lótu hurðina til flokshølið hjá 6. b upp fyri øllum, sum vóru áhugaði í at síggja teirra verkætlan. Har vóru nógv foreldur, og onnur duttu eisini inn á gólvið.
Mitt í flokshølinum á einum stórum borði stóð ein sera stór køka, sum avmyndaði Íslandskortið. Talan var um eina stóra grøna kaku, sum var dekkað við grønari glaring. Á køkuni sóust teir størstu jøklarnir og Hekla eisini. Næmingarnir høvdu nýtt køkuprýði at skriva tey kendastu støðini í Íslandi á. Og sjálvandi høvdu tey eisini merkt, hvar Kópavágur er. Jøklarnir vóru gjørdir úr róma, og teir stungu eitt sindur upp úr køkuni, so hon líktist uppaftur meira einum veruligum Íslandskorti.
Køkan var sera flott á at líta, men tá spurt varð, um hon mundi smakka líka væl, sum hon sá út, var svarið ivingarsamt. Tað var ikki tí, at tær yvir tjúgu skuffukøkurnar, sum mammurnar hjá næmingunum høvdu bakað, ikki smakkaðu nóg væl, men heldur tí at køkan hevði staðið í tríggjar dagar, meðan tey høvdu arbeitt upp á hana.
? Hon er nakað turr nú, og glaringin er sera tjúkk, so eg trúgvi ikki, at hon er etandi longur, segði Elly Johannesen, sum er lærari hjá 6. b.
? Vit hava nýtt 22 pakkar av flormelis, greiddu næmingarnir frá. Og tey løgdu afturat, at tað hevur verið sera stuttligt at arbeitt á henda øðrvísi háttin.
? Tað verður alvorliga rotið at fara í skúla aftur upp á vanliga mátan mánadagin, vóru tey øll á einum máli um.
Torført, men stuttligt
At evna eina tílíka køku til er ikki bara sum at siga tað. Næmingarnir høvdu sum sagt eina køku í part við í skúla. Tey teknaðu eitt stórt Íslandskort, sum tey so settu allar køkurnar uppá í ein stóran fýrakant. Síðani varð farið at skera hana til. Tey greiða frá, at tað var sera torført at skera hana til, men við toli og handalagi gekk tað kortini. Síðani løgdu tey glaringina upp á og uppmerktu øll tey kendastu støðini í Íslandi. Úrslitið talar fyri seg á myndini.
Men hvussu byrjaði so alt hetta?
Tað er ein kapping ímillum sættu flokkarnir í Klaksvík um at sleppa ein túr til Kópavág í summar. Klaksvík og Kópavágur eru vinarbýir, og er henda kappingin ein liður í teirra samstarvi.
Næmingar og lærari tosaðu saman í tímanum um, hvat tey skuldu finna uppá. Tey vórðu heilt skjótt samd um at gera Íslandskortið, men so ráddi tað um at finna útav, hvørjum tey skuldu gera tað úr. Fleiri góð uppskot vóru, millum onnur proppar og pappmasjé, men so var tað, at ein drongur í flokkinum, Hans Andreas, kom við hugskotinum at gera eina køku. Øll vóru við uppá tað, og síðani varð farið í gongd. Køkan varð samlað mikudagin, og fríggjadagin sýndu tey so fram teirra meistaraverk. Mynd varð tikin av henni, sum verður send til Havnar saman við verkætlanunum hjá hinum báðum sættu flokkunum. Har verður so avgjørt, hvør vinnur ferðina til Kópavág. Nær tey fáa at vita tað, vistu tey ikki at siga.
? Køkan verður helst standandi her inntil mánadagin, síðani fer hon vekk ? ella fara vit at hugna okkum við eini sera turrari og søtari køku, segði Elly Johannesen at enda við einum smíli.