Tú veitst ikki altíð, hvat tú kemur út fyri, fert tú í býin um vikuskiftið.
Eitt leygarkvøld í juni í fjør fóru eini ung hjún á diskotek í Havn.
Har sá maðurin eina kvinnu, sum stóð og togtogaðist við ein dana um ein kepp, og keppin átti danin.
Maðurin fór so og hjálpti dananum at fáa keppin aftur.
Tá spann øði í kvinnuna, sum langaði manninum ein undir vangan, og kona hansara fekk albogan á kvinnuni undir síðuna.
Og tá bleiv henda kvinnan ill og frustrerað og tveitti glasið, sum hon hevði i hondini, frá sær. Glasið fór í nakkan á kvinnuni, sum hevði barst um keppin.
- Eg ætlaði ikki at raka hana, var bara so frustrerað av, at maðurin var sligin, segði kvinnan, sum tí hon kastaði glasið var ákærd fyri harðskap.
Tann ákærda kvinnan helt, at tað vóru so nógv fólk inni, at hon tað sama kundi havt rakt onkran annan.
Kvinnan, sum fekk glasið í høvdið, fór á skaðastovuna, og hóast glasið ikki brotnaði, hevði tað givið henni eina skeinu í hárbotnin, og hon fekk tvær pentur.
Ákærin helt uppá, at tað ikki var av tilvild, at glasið rakti júst ta kvinnuna, men hin helt við sítt.
Tilvildarligt eitt rættarmál
Kravið hjá ákæranum var 40 daga treytað fongsulsrevsing. Hann helt, at fólk høvdu rætt til at fara í býin uttan at soleiðis at fáa eitt glas í høvdið. Sjálvt um hin kvinnan kanska hevði verið úti um tað sjálv, átti slíkt ikki at hent.
Verjin helt hinvegin, at tað hendir so nógv i býnum, og tað er meira tilvildarligt, hvørjar slíkar hendingar enda í rættinum. Hann nevndi eisini, at duravørðarnir høvdu valt at dragsa kvinnuna, sum fekk glasið i høvdið, út fyri at fáa frið, og ikki ta ákærdu. Hann helt tað vera órímiligt at revsa ákærdu kvinnuna, og at hin, sum var atvoldin til hendingina, slapp frá øllum.
Dómarin helt, at uttan mun til um ákærda við at kasta glasið hevði ætlað at rakt hina kvinnuna ella ei. Vanlig revsing fyri slík brotsverk er 40 daga treytaleys fongsulsrevsing, men dómarin valdi at døma kvinnuna við treytaðari fongsulsrevsing, tí kvinnan var provokerað, er ongantíð áður revsað, og haraftrat var gingin so long tíð frá hendingini, til málið kom fyri rættin. Royndartíðin varð sett til eitt ár. Hetta merkir, at kvinnan sleppur frá at fara inn at sita, um hon einki revsivert gera næsta árið.
Kvinnan skal gjalda sakarmálsútreiðslurnar.