Tað hava seinastu tíðina gingið leysasøgur um, at KÍ kortini ikki fer at hava Ove Flindt Bjerg sum venjara komandi kappingarár.
Tað varð annars staðfest í heyst, áðrenn danin fór av landinum, at hann eisini bleiv í felagnum komandi kappingarár, men hetta munnu øll í felanum ikki vera eins fegin um.
Trupult hevur verið at fáa nøkur tíðindi váttað, men tað tykist lítil ivi vera um, at kreftir í fótbóltsdeildini ikki vilja hava sama venjaran aftur, og at tey tí eru farin at hyggja aðrar vegir.
Norðlýsið hevði á netinum mánadagin prát við Ove Flindt Bjerg, og hann segði seg so einki kenna til hetta. Samstundis harmaði tað hann, at leysasøgur soleiðsi gingu millum manna um sína framíð, uttan at hann visti nakað um hetta sjálvur.
Sagt verður, at Oddbjørn Joensen skal vera maðurin, sum kemur í mans stað, men hann sigur seg so heldur ikki vita nakað um hetta.
- Eg havi regluliga samband við KÍ um ymisk ting, men eg má avsanna, at vit hava gjørt avtalu fyri komandi ár, sigur Oddbjørn Joensen við Norðlýsið.