Íslendingar hava gjørt av at skjóta stórhval aftur í ár, og hvalabátarnir Hvalur 8 og Hvalur 9 fóru út í gjárkvøldið. Morgunblaðið skrivar, at teir báðir bátarnir Hvalur 8 og Hvalur 9 fóru út í gjárkvøldið.
Blaðið skrivar, at teir báðir bátarnir settu kós ímóti teimum vanligu veiðileiðunum, sum eru sunnan- og vestanfyri frá Reykjanesi norður ímóti Snæfellsnesi.
Sum siður er, var fitt av fólki komið oman á bryggjuna í Reykjavík, tá hvalabátarnir fóru avstað.
Teir íslendsku hvalabátarnir hava fingið loyvi at skjóta 150 stórhvalir í ár. Harafturat eiga teir 25 hvalir eftir frá kvotuni í fjør.