Íslendingar gera dokumentarfilm um túr við Johonnu

Johanna fór hóskvøldið á midnátt av Vági og stevndi út á søguligan túr í samband við, at 60 ár eru liðin síðani seinni heimsbardagi endaði. Við á ferðini eru tveir íslendingar, sum gera dokumentarfilm um ferðina, sluppina og tíðna og ta samstarv, sum var og er millum Ísland og Føroyar

Um midnátt hóskvøldið stevndi Johanna TG 326 út á søguliga ferð. 60 ár eru síðani seinni heimsbardagi endaði og Johanna ger, sum í gomlum døgum, ein túr til Norðfjørðin í Íslandi eftir einum tonsi av fiski, sum teir fáa á staðnum. Síðani gongur leiðin til Aberdeen at selja fiskin. Ferðin er til minnis um leiklut føroyinga undir seinna heimsbardaga og til minnis um teir, ið fórust á sjónum í hesi vandasigling. Skipari er Hans J. Joensen, ið er abbasonur Jakke í Líð, ið førdi Johannu TG 326 undir krígnum.
                      Í Aberden tekur ætlandi sami umboðsmaður ímóti Johonnu, sum undir krígnum, tí felagið er til enn.
                     
Íslendskur filmur
Við á ferðini er tveir íslendingar, Fríðrik Erlings og Hálfdan Theódórsson, myndamaður. Saman við Davið Samúelsson, ið starvast innan ferðavinnu í Íslandi og annars er hálvur føroyingur, fingu teir hugskot til at gera film um ferðina. Langabbi Davið, Sámal við Rætt, átti sluppina Gunnhild, og abbin, Andrias Rasmussen á Strondum, var skipari og eisini kendur millum sluppfiskimenn.
                      Vit hittu teir báðar Fríðrik og Hálfdán á bryggjuni hóskvøldið innan fráferð. Teir fegnast um møguleikan at gera henda filmin.
                      - Tað var Dávið sum setti seg í samband við okkum, hvørt vit høvdu hug at gera hetta og vit hava so verið í Føroyum í nakrar dagar nú. Dávid fer aftur til Íslands fríggjadagin og vit fara hesa spennandi ferðina. Vit eru áhugaðir í søgu, í sluppini Johonnu og tíðini sum heild, slupptíðini og krígstíðini og tí felags søgu, sum okkara lond her hava, greiðir Fríðrik frá.
                      Teir báðir eru samdir um, at henda tíðin má ikki fara í gloymibókina. Teir vildu fegnir verið við allan vegin, men tað ber teimum ikki til, men teir koma aftur til Føroya at taka ímóti Johonnu, tá hon kemur aftur úr Aberdeen.
                      Men tá teir koma á Norðfjørðin 5. juni er sjómannadagur í Íslandi, og tað fegnast teir báðir um, tí hetta hóskar sera væl, tí tá er rættur hátíðardámur.
 
Spennandi tíð
- Tað er ein spennandi tíð, ið fevnir víða, sum sluppirnar umboða. Vit hava verið í Havn í nakrar dagar og verið í viðarlundini, á Fornminnissavninum og hitt fólk, gamlar sjómenn. Tað hevur týdning at komandi ættarlið fáa lut í hesum.Hetta er so áhugavert og týðandi, sjálv tíðin, søgan, avtøka av einahandlinum og Nólsoyar Páll. Alt er hetta týðandi partur av søguni, sum ikk má gloymast og t.d. slupirnar eru livandi minni og prógv um hesa tíð, sigur Fríðrik, sum minnir á, at í Onglandi verður henda tíð og sjálvt sambandið landanna millum enn havd á lofti í skúlunum.
                     
Myndamaður og sangskrivari
Fríðrik og Hálfdán arbeiða freelance og tóku fegnir av, tá Davið kom við hugskotinum. Men teir arbeiða í roynd og veru við eini dokumentar triologi. Einum filmi um Føroyar sum heild, einum um Johonnu og einum um ólavsøku og annað.
                      Aftur á bryggjuni í Vági hóskvøld: Johanna er siglingarklár og bíðað verður bert eftir mannigini, sum kemur úr øllum Føroyum. Nakrir av manningini eru eldri menn millum 70 og 80 ára gamlir, rættir sjógarpar, ið minnast tíðina við sluppunum. Tann elsti føddur í 1920, vísir manningarlistin.Bíðað verður eftir teimum, tí summarferðaætlanin hjá Smyrli ger, at partur av manningini kemur ikki til Suðuroyar fyrr enn klokkan 23 og so til Vágs innan miðnátt, tí helst vilja teir loysa innan fríggjadagur er.
                      Og meðan vit nýta bíðitíðina til leyst prát kemur undan kavi, at Fríðrik er maðurin, ið skrivaði tekstin til lagið Í Nátt, sum Eivør Pálsdóttir sang til íslendsku Grand Prixkappingina fyri eini 2 ella 3 árum síðani.
                      Jú, og so er tað eisini so, at Hálfdan áður hevur verið við Johannu, nevniliga tá filmurin Dansurin bleiv gjørdur. Tá var hann so heppin í óhappinum, at aftari bummurin brotnaði og fór beint oman fyri høvd hansara, so stórskaði ikki stóðst av, hóast tað var nær við.
                      Jú, íslendingarnir gleða eg at sleppa avstað, men hvørt teir eru sjósterkir vita teir ikki, men tað við so henda ferðin vísa, eins og filmurin vil vísa íslendingum og føroyingum ein part av nútíðini við søguligum baksýni.
 
 
 
 

 
 
 
  
 
Seinasta nýggja
 
Ein skaði í maskinrúminum gjørdi, at fráferðin hjá Johannu TG 326 varð seinkað nakrar tímar, so náttin kom, innan sluppin loysti. Útstoytið var skrædnað og tað tók nakrar tímar at bøta skaðan.
 
                                                                  -blðm-