Íslendingarnir rokna vi? at fáa frí

Ta? ver?ur kanska ikki so stórur trupulleiki at fáa flestu útisetarnar vi? til Sveis at spæla ímóti Hollandi, sum ta? eina fer? tóktist at fara at ver?a

LANDSLI?I?
Jóannes Hansen

Ivin ella óttin fyri at mannfalli? millum útisetarnar skal gerast stórt, tá i? landsli?i? 1. juni skal spæla ímóti Hollandi í Sveis, tykist nú ikki at n?tast at ver?a so stórur, sum hann higartil hevur tókst at veri?.
Nógv bendir á, at teir tríggir landsli?sspælararnir, sum eru í íslendskum fótbólti, kortini fara at fáa frí til at fara vi? landsli?num til Sveis.
Fyrsta umfari? í íslendsku landskappingini er á skránni 15. mai. 1. juni ella tri?ja hvítusunnudag skulu sambært løgdu skránni bæ?i feløgini, sum hava føroyskar landsli?sspælarar í hópinum, spæla landskappingardystir. Akranes, sum hevur Julian Johnsson á mi?vøllinum, skal henda dagin spæla á heimavølli ímóti KA av Akureyri, og Fram, sum hevur Fró?a Benjaminsen og Hans Fró?a Hansen á li?num, skal sambært løgdu skránni spæla í Grindavík t?sdagin 1. juni.

Útilokar ikki luttøku
Julian Johnsson og li?felagarnir í ÍA komu mánadagin aftur til Íslands. Teir høvdu í átta dagar veri? á venjingarlegu í T?sklandi. Eitt nú spældu teir venjingardyst ímóti Bochum. Úrsliti? var 1?1.
Tá i? vit spyrja Julian, um hann roknar vi? at fara vi? landsli?num til Sveis um ein mána?, so vísir hann fyrst til skrivi?, sum felagi? og hann sjálvur fyri fleiri vikum sí?ani fingu frá FSF.
? Einki er heilt víst her í ver?ini og als ikki, tá i? ta? hevur vi? fótbólt at gera. Men felagi? hjá mær hevur ongantí? fjalt yvir, at teimum dámar væl, at teir hava ein føroyskan landsli?sspælara á li?num. Tá i? skrivi? kom frá FSF, sum bo?a?i frá landsdystinum 1. juni og at eg møguliga fór at ver?a úttikin, nevndu teir møguleikan, at dysturin ímóti KA kanska kundi flytast orsaka av hesum. Sum eg havi skilt á Hans Fró?a og Fró?a, so er ta? eisini møguleiki fyri, at dysturin hjá Fram ver?ur fluttur, tí vit ver?a burturstaddir vi? landsli?num. Um ta? ver?ur solei?is, so ver?ur eingin trupulleiki. Hugbur?urin hjá ÍA er so miki? positivur fyri landsli?sfótbólti, at ta? væl kundi hent, at eg slapp avsta?, sjálvt um dysturin ímóti KA ikki hev?i veri? fluttur, sigur Julian Johnsson, sum altso heldur ta? vera sera sannlíkt, at hann um ein mána? fer saman vi? li?feløgunum á landsli?num su?ur til Sveis at dystast vi? hollendsku heimsstjørnurnar.

Ikki stórvegis trupulleikar
Umframt teir tríggjar í Íslandi er talan um fimm a?rar útisetar, sum mugu roknast at hoyra til landsli?sfer?alagi?. Teir eru Johan B. Hansen í Horsens, Jákup á Borg í OB og so teir tríggir í Fremad Amager ? Hjalgrím Elttør, Andrew av Fløtum og Jann Ingi Petersen.
2. hvítusunnudag, 31. mai, sum er dagin undan landsdystinum í Sveis, skal Horsens spæla landskappingardyst á heimavølli ímóti Silkeborg. Í løtuni eru ta? júst hesi bæ?i feløgini, sum eru á tveimum teimum ovastu plássunum í 1. deild. Fremad Amager skal hvítusunnudag spæla á heimavølli ímóti Randers FC. Me?an Fremad Amager strí?ist fyri at sleppa undan ni?urflyting, strí?ist Randers FC um at fáa anna? uppflytingarplássi? frá Horsens.
Johan B. Hansen er fastur ma?ur á Horsens li?num. Tí er ta? ivasamt, um ta? fer at bera til hjá honum at fara burturfrá, tá i? so t?dningarmikil landskappingardystur ver?ur á skránni. Hjá hinum spælarunum í donsku kappingini ver?ur talan ikki um trupulleikar. Jákup á Borg og OB og superligan gera burturav sær mitt í mai, tí danska landsli?i? skal til Portugal at luttaka í EM endaspælinum. Og ta? ver?ur um reppi?, at teir í Fremad Amager vera lidnir at spæla, tá i? føroyska fer?alagi? hvítusunnudag millumlendir í Kastrup ? um teir tríggir fara at sleppa upp í part ímóti Randers.
Orsaka av landsdystinum í Sveis er føroyska landskappingin løgd solei?is, at eitt umfar í 1. deild er á skránni hvítusunnuaftan, me?an 2. deild spælir 2. hvítusunnudag. Hetta hevur vi? sær, at ta? fer at bera til hjá landsli?num at fara av landinum hvítusunnudag.

Einki hóvasták
Tá i? vit tosa?u vi? Henrik Larsen, landsli?svenjara, um henda spurningin, hev?i hann ikki sett seg í samband vi? útisetafeløgini fyri at frætta, um tey vóru sinna? at lurta eftir ynskinum, sum FSF hev?i sett fram í brævinum, sum teir sendu fyri fleiri vikum sí?ani, og ta? seg?i hann seg heldur ikki ætla at gera.
Tá i? vit í fyrradagin spurdu okkum fyri á FSF umsitingini, hvat teir vistu um vánirnar fyri at fáa útisetarnar vi? til Sveis, uppl?sti Ísak Mikladal, FSF a?alskrivari, at landsli?svenjarin hev?i fingi? bo? um at fylgja skrivinum til útlendsku feløgini upp. Ta? vil vi? ø?rum or?um siga, at ta? var? rokna? vi?, at Henrik Larsen, solei?is sum landsli?svenjarar ofta plaga at gera, skuldi seta seg í samband vi? feløgini fyri at tosa vi? tey um at geva føroysku spælarunum loyvi at sleppa burturfrá.
Venjarin ásanna?i, at talan kundi gerast um ein trupulleika, men hann helt seg ikki kunna gera naka? anna?, tí 1. juni er ikki dagur, sum av UEFA og FIFA er avsettur til landsdystir.
Eftir at vit hava veri? í sambandi vi? Julian Johnsson, kunnu vit sta?festa, at ta? tykjast vera vánir fyri, at trupulleikin ikki ver?ur so stórur. Um Henrik Larsen megnar at sannføra venjaran hjá AC Horsens, Kent Nielsen, sum hann hevur spælt saman vi? á danska landsli?num um, at ta? hev?i veri? eitt gott hugskot at lati? Johan B. Hansen fara vi? føroyska landsli?num su?ur í Alpurnar at renna aftaná Nistelrooy, so eru vánir fyri, at føroyska manningin ver?ur so fræg, sum ta? ber til, tá i? Christian Høgni Jacobsen og Jón Rói Jacobsen ikki eru tøkir.
At spælararnir í Fremad Amager ikki fáa so nógva dystarvenjing, sum teir á?ur hava fingi?, heldur Henrik Larsen ikki vera so stóran trupulleika.
? Eg havi á?ur sagt, at bestu li?ini í føroysku kappingini ivaleyst høvdu megna? at hildi? seg mi?skei?is í næstbestu donsku deildini. Um Hjalgrím ikki fer at spæla meiri á besta li?num, enn hann hevur gjørt sí?stu tí?ina, so ver?ur hann ikki so væl fyri. Men eg haldi ikki, at hetta er so stórur trupulleiki, at hann ikki skal vi? til Sveis. Hann og hinir í Fremad Amager venja ofta á grasi, og eg rokni vi?, at Jákup á Borg er betri fyri, enn hann nakrantí? hevur veri?, nú hann einar sjey fer?ir um vikuna venur saman vi? teimum bestu í OB og kanska fer at fáa møguleikan á besta li?num, á?renn kappingarári? ver?ur li?ugt, sigur Henrik Larsen.