Zakarias Wang
Hesir flokkar vóru fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin.
Eftir at verandi samgonga varð gjørd, segði núverandi bakmaðurin í javnaðarflokkinum, at hesum partinum av samgonguskjalinum hevði javnaðarflokkurin kunnað tikið undir við.
Men hetta var áðrenn føroyski javnaðarflokkurin hevði ráðført seg við sín veruliga formann, nevnliga Nyrup. So skjótt tað var gjørt, so fór javnaðarflokkurin sum úlvur á skóg ímóti tí íslendsku loysnini, tí tað, sum føroysku javnaðarmenninir ikki høvdu skilt, var, at henda loysn bar við sær, at Føroyar her og nú gjørdust eitt sjálvstøðugt ríki, og at Danmark skuldi hjálpa Føroyum til at stetla síni fyrstu fet í altjóða samfelagnum.
Hetta visti fólkaflokkurin, og fyri honum var hetta einki nýtt. Tá Jóannes bóndi, Christian Holm Jacobsen og Sámal Ellefsen fyri løgtingsvalið í januar 1940 stovnaðu fólkaflokkin, góvu teir honum heitið radikalt sjálvstýri. Hetta radikala sjálvstýri var júst tað slag av sjálvstýri, sum íslendingar høvdu fingið í 1918. Vísandi til Føroya støðu helt fólkaflokkurin, at vit høvdu krav uppá at fáa somu loysn sum íslendingar.
Hetta førdi flokkurin eisini fram undir teimum samráðingum, sum í 1946 vóru um føroysku nýskipanina. Tá hendi tað áhugaverda, at danski forsætisráðharrin blankt avvísti at ganga við til eina slíka loysn. Fyri at skilja hetta er klókt at lurta eftir tí, sum danski løgfrøðiprofessarin Knud Berlin beinanvegin í 1918 segði um íslendsku skipanina. Hann helt nevniliga, at tað var eitt mistak av dønum at krevja eitt øðrvísi samstarv við Ísland enn við onnur sjálvstøðug lond sum treyt fyri at geva teimum frælsi. Tað fór td. bara at koma ilt burtur úr at krevja, at teir skuldu hava felags kong við Danmark. Og so varð. Tí segði danski forsætisráðharrin í 1946, at vildu føroyingar fáa sítt egna ríki, so var tað í lagi, men danir vildu als ikki hava ta íslendsku loysnina.
Hóast hetta vildu fólkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin í 1998 royna hesa loysn. Hugsast kundi, at teir høvdu fingið at vita undirhonds, at danska stjórnin hevði skift støðu síðan 1946, og tí var tað vert at vita hvørt nakað hald var í hesum.
Tað sum nú er komið fram, er at eingin broyting er hend í tí donsku støðuni. Danska stjórnin sigur nú eins og í 1946, at vit kunnu gerast eitt sjálvstøðugt ríki, men teir vilja hvørki hoyra ella síggja ta íslendsku loysnina.
Hesa greiðu fingu vit á samráðingarfundinum tann 26. oktober.
Tað eru nakrir í samgonguni, sum halda, at tað framvegis ber til at fáa eina loysn, sum ber við sær, at danir nú góðkenna, at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugar um nøkur ár. Tað kann ikki taka langa tíð at finna út av, um hetta er ein gongd leið. Hesum er øll orsøk til at ivast í.
Hvat er so útlitið?
Eg dugi ikki at síggja annað, enn at tað er bjart.
Vit hava fingið at vita, at danir ikki vilja leggja tey bond á okkum, sum íslendska loysnin ber við sær.
Bert fyri at taka eitt dømi.
Eitt av tí, sum íslendingar í 1918 vóru mest ímóti, var ásetingin um, at danir skuldu hava somu rættindi í Íslandi sum íslendingar. Men hetta settu danir sum treyt fyri at ganga við til sáttmálan, og tí kom tað við.
Í íslendska førinum gjørdust avleiðingarnar av hesi áseting ikki so álvarsligar, tí Ísland var eitt fátækt land øll tey ár, sáttmálin var galdandi. Fá høvdu hug til at búseta seg í í Íslandi ? og als ikki danir.
Men hvør hevði avleiðingin verið, um henda áseting hevði staðið í tí sáttmála, vit gera við Danmark?
Eftir øllum at døma koma Føroyar innan fyri sera stutta tíð at gerast eitt tað ríkasta landið í heiminum. Eins og flugurnar koma at súltutoynum, so fara útlendingar at hava hug at koma higar fyri at fáa part burtur av okkara ríkidømi. Tað vera ikki bert danir, sum fara at hava hug at koma henda vegin. Av tí, at vit hava givið dønum henda rætt, so kunnu vit ikki sýta teimum, sum danir hava givið eins rætt við teir, eisini at koma henda vegin. Her er ikki bert talan um íslendigar og norðmenn, men eisini allar borgarar í øllum ES-londum, og tað sigst, at sjálvt turkar skjótt fara at vera í hesum bólki.
Men nú eru vit slopnir av við hesa hóttan, og nú fer tað at vera okkara avgerð, um vit eisini í framtíðini kunnu sigast at vera eitt kristið land.
Nú er støða okkara tí nógv greiðari enn nakrantíð fyrr. Vit vita hvørja loysn vit ikki kunnu fáa og tað vit tí skulu gera, er heilt einfalt at taka av tí sum stendur okkum í boði. Tað er, at vit skulu skipa okkum sum eitt sjálvstøðugt ríki. Hetta ynskja allir føroyingar, tí vit vita, at tá hetta er sett í verk, fer tað at vera nógv betri enn fyrr at vera føroyingur.