Íslendska stjórnin missir veljarar

Var altingsval í Íslandi í dag, høvdu teir báðir stjórnarflokkarnir misti meirilutan í Altinginum Var altingsval í Íslandi í dag, hevði stjórnarsamgongan mist meirilutan.

Ein nýggj meiningakanning hjá Gallup vísir, at teir báðir stjórnarflokkarnir høvdu fingið 43 prosent av atkvøðunum ímóti 52 prosentum á valinum herfyri.

Hjá Samfylkingini er talan um eina afturgongd úr 30 prosentum á valinum til 25 prosent nú, og Vinstrafylkingin, sum fekk 22 prosent á valinum, hevði fingið 18 prosent nú.

Sjálfstæðisflokkurin hevði fingið 28 prosent, var val nú, og tað er fýra prosentstig meiri enn á valinum. Framsóknarflokkurin hevði tó verið tann stóri sigursharrin við 17 prosentum, og so stóra undirtøku hevur flokkurin ikki havt síðani 2003, skrivar Morgunblaðið.