Fyrr í vikuni skrivaðu íslendski ídnaðarmálaráðharrin, Katrín Júlíusdóttir, og russiski orkumálaáðharrin, Sergey Shmatko, undir ein sáttmála um samstarv landanna millum á jarðhitaøkinum.
Endamálið við sáttmálanum er at økja samstarvið innan rannsóknir og vísindi viðvíkjandi jarðhita, og harafturat skal sáttmálin virka fyri størri samstarvi millum fyritøkur innan jarðhitavinnuna í teimum báðum londunum.
Teir báðir ráðharrarnir hava eisini skrivað undir ein sáttmála um størri samstarv innan ferðavinnu, og í heum sambandi hava umboð fyri íslendsku ferðavinnuna havt samband við russiskar ferðaskrivstovur og kunnað tær um møguleikarnar í Íslandi.