Sleppa aftur at fiska lodnu

Íslendsk fiskirannsóknarskip hava funnið so frægst av lodnu, at skipini sleppa aftur til fiskiskap Íslendingar sleppa nú aftur at fiska lodnu.

Eftir at fiskirannsóknarskip hava leitað eftir lodnu teir seinastu dagarnar hevur Einar K. Guðfinsson, fiskimálaráðharri, gjørt av at loyva lodnuskipunum at fiska 100.000 tons.

Fyri einari viku síðani steðgaði ráðharrin lodnuveiðini eftir tilmæli frá fiskifrøðingunum, tí lítil lodna var at síggja. Síðani hava skip rakt við lodnu á Suðurlandinum, og nú sleppa tey so aftur til fiskiskap.