Sleppa at skráseta vitjandi bilar

Ein samd vinnunevnd hjá Løgtinginum tekur undir við, at P/F Vága Floghavn fær atgongd til skránna hjá Akstovuni at skráseta bilar, sum vitja á flogvøllinum

Ein samd vinnunevnd hjá Løgtinginum tekur undir við, at P/F Vága Floghavn fær atgongd til skránna hjá Akstovuni at skráseta bilar, sum vitja á flogvøllinum

 

Á tingfundinum í dag verður løgtingsmálið: »Uppskot til løgtingslóg um rætt hjá P/F Vága Floghavn at fáa upplýsingar frá Akstovuni« til aðru viðgerð.

 

Tað er landstýrismaðurin í vinnumálum, sum hevur lagt málið fram.

 

Vinnunevndin skrivar í álitinum, at nevndin hevur gjørt nógv við at kanna og viðgera spurningin um rættin til at geva einum alment partafelag atgongd til upplýsingar um akfør hjá privatfólki ella feløgum, serliga við atliti til trygdina av privatum upplýsingum.

 

– Vinnunevndin hevur fingið at vita, at trygdin er í lagi, og at felagið ikki fær atgongd til fleiri upp- lýsingar enn tær, sum krevjast fyri at kunna krevja parkeringsgjaldið inn, eins og líknandi loyvir longu eru latin til Vágatunnilin og Norðoyatunnilin v.m., skriva nevndin í álitinum, og sigur víðari:

 

»Fyri at avmarka skrásetingina av akførum, sum koma til og fara frá flogvøllinum í Vágunum, so metir Vinnunevndin, at ein bilur, sum uppiheldur sær minni enn ein tíma á floghavnarøkinum, ikki skal skrásetast í staðin fyri, sum vit hava fingið at vita, at ætlanin er at skráseta øll akførini, og eru tey parkerað minni enn ein tíma, so verða tey strikað aftur.

 

Dátueftirlitið hevur somuleiðis mælt til, at hesi akfør als ikki verða skrásett, tað vil siga, at skipanin fæst at virka soleiðis, at tá tað við útkoyring verður ásannað, at viðkomandi akfar hevur parkerað ókeypis, tá fer ongin upplýsing um hetta akfar til Akstovuna, men akfarið fer beinanvegin út út aftur skipanini. Hetta er grundað á ásetingar í persónsupplýsingarlógini § 8, har m.a. stendur, at persónsupplýsingar bert eiga at verða viðgjørdar, um tær eru viðkomandi og ikki fevna um meira enn krevst fyri at røkja endamálið við innsavnanini og teirra víðari nýtsluni av upplýsingunum, og at skrásetti ikki skal vera eyðmerktur longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.

 

Vinnunevndin er av tí áskoðan, at øll, sum fáa slíkar upplýsingar, skulu fáa og fylgja teimum treytum, sum lóggávuvaldið setir, fyri at verja upplýsingar av tí einstaka borgaranum so gott, sum yvirhøvur gjørligt, og eisini tí, at hetta er ikki einasti máti hjá Vága floghavn at fáa gjøldini kravd inn uppá, men at hetta er ein av fleiri mátum hjá Vága floghavn og øðrum at fáa parkeringsgjaldið kravt inn uppá.

 

Vinnunevndin hevur fingið at vita frá avvarðandi stovnum og Vága floghavn, at umbidnu upp- lýsingar hvørki kunnu ella fara at verða misnýttir, men einans verða brúktir til at krevja parkerings- gjaldið inn.«

 

Skrivað undir álitið hava allir vinnunevndarlimirnir: Alfred Olsen formaður, Aksel V. Johannesen, Bjørt Samuelsen, Kári P. Højgaard, Hanus Samró, Bjarni Djurholm og Janus Rein.