Í opnum brævi til handlarnir í Miðbýnum finnast at býráðnum, tí parkeringsviðurskiftini eru ikki nóg góð
- Hvussu ber tað til, at tað er so ómøguligt at fáa betri parkeringsviðurskifti í miðbýnum í Havn?
Tað er spurningurin, sum handlarnir í Miðbýnum og Kunningarstovan í Havn spyrja býráðið í opnum skrivi.
- Kommunan hevur fríðkað um gongugøtuna, og ætlanir eru um at halda fram við hesum arbeiðinum. Hetta og viljin og áhugin fyri at fáa okkurt at henda í miðbýnum fegnast vit øll um. Men samstundis, sum tað ljóðar, at her skal henda meira í býnum, so verður eisini minkað um parkeringsplássini.
- Undir Bryggjubakka verður fríðkað, og tað ljóðar, at eingin parkering skal verða har longur. Fríðkanin av gongugøtuni minkaði um parkeringsplássini. Gaman í, ein gongugøta eigur helst ikki at vera ein parkeringsgøta, men eingi onnur pláss eru komin fyri tey mistu.
- Í Dr. Jakobsens gøtu, høvuðshandilsgøtan í miðbýnum, er ruðuleiki. Gøtan kundi verið gjørd til koyri-gongu gøtu, har loyvt er at parkera stutta tíð.
- Sjálvt um vit ofta hoyra, at handlar verða niðurlagdir og flyta úr miðbýnum, halda vit, at talið á handlum og tænastum, sum verða veitt í miðbýnum er í vøkstri, og eigur at vaksa, tí miðbýurin er perlan í býnum. Tí má eisini vera pláss fyri øllum, so fólk hava møguleika at koma í býin.
- Vit halda, at okkurt má gerast, og tað má gerast skjótt, verður millum annað sagt í skrivinum.