Sleppa ikki burtur úr trupulleikunum

Vit hugsa ov lítið um, hvussu fólk brúka almannaveitingar, tey fáa

Onkuntíð havi eg kensluna av, at almenn hjálp er við til at halda fólk føstum í teirra trupulleikum.

 

Tað heldur Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Nú ein dagin umrøddi Løgtingið viðurskiftini hjá heimleysum í Føroyum.

 

 

Les eisini: Vil bøta um støðuna hjá heimleysum í Føroyum

 

 

Jákup Mikkelsen ásannar, at talan er um ein álvarsligan trupulleika, tí talan er um fólk í svarum trupulleikum.

 

Men viðhvørt havi eg kensluna av, at tað almenna veitir hesum fólkum eina hjálp, sum ger, at tey kunnu halda fram í teimum trupulleikum, tey eru í.

 

- Tað hevur ógvuliga stóran týdning, at hesi fólkini fáa eina veruliga hjálp, so at tey sleppa burtur úr sínum trupulleikum.

 

- Eg sakni eitt kjak um, hvussu fólk brúka pengarnar, tey fáa. Tey fáa kanska 18.000 - 20.000 krónur um mánaðin, tá ið skatturin er goldin, men kortini hava tey stórar trupulleikar.

 

- Eg haldi, at vit tosa ov lítið um, hvussu pengarnir verða brúktir, og hvussu kunnu vit hjálpa teimum burtur úr trupulleikunum, heldur Jákup Mikkelsen.

 

Annita á Fríðriksmørk, sum hevur havt sæti á tingi fyri Tjóðveldi, heldur, at mark skal vera fyri, hvussu vit kunnu taka fólk av ræði, og um vit kunnu seta teimum krøv um, hvussu tey skulu brúka pening, tey fáa.