Sleppa ætlanini um parkeringstunnil undir Havnini

Ætlanin er ikki veruleikakend tey næstu árini, so tað brúka vit ikki tíð upp á, sigur næsti borgarstjóri í Havn

Tað verður eingin parkeringstunnil gjørdur undir Havnini. Tað ger næsti borgarstjóri í Havnini, Heðin Mortensen, púra greitt, nú hann tekur við á nýggjárinum.

Býráðið, sum nú fer frá, hevur annars arbeitt við eini ætlan um at loysa parkingstrupulleikarnar í Havnini við at gera ein parkeringstunnil undir miðbýin í Havn.

Men Heðin Mortensen sigur, at tað er ein ætlan, sum verður løgd á hillina, tá ið nýggja býráðið tekur við.

– At gera ein tunnil mitt undir Havnini, er lættari sagt enn gjørt, tí tað liggur eitt ótal av rørleiðingum, kloakkveitingum, elveitingum, og øðrum veitingum, allastaðni undir Havnini, og tað eru ongastaðni so nógv, sum akkurát niðarliga í Havnini, har ætlanin er at gera tunnilin, sigur hann.

 – Men tað eru ongar kanningar, ella fyrireikingar, av nøkrum sum helst slagi, gjørdar í hesum máli, sigur Heðin Mortensen. Hann leggur afturat, at tað eru heldur eingir pengar settir av til endamálið, uttan fýra milliónir til kanningar.

Men tað fer at taka fleiri ár at gera neyðugu kanningrnar av undirgrundini til ein tunnil, sum hendan, tí har liggja so nógvar veitingar undir jørð og sostatt er hetta ikki veruleikakent hesi fyrstu fleiri árini.

Og Heðin Mortensen sigur, at tey fara ikki at bíða í fleiri ár eftir at fáa parkeringstrupulleikarnar loystar og tí verður ætlanin um parkeringstunnilin løgd á hillina. Samstundis verða tær fýra milliónirnar, sum eru settar av til kanningarnar í sambandi við tunnilin, brúktar til onnur endamál í hesum sambandi.

Hinvegin ætlar nýggja samgongan á Vaglinum at finna aðrar loysnir, sum eru skjótar at setast í verk, men han vil ikki siga meiri um tað, fyrr enn nýggja býráðið hevur tikið við.

Tosað hevur verið um eitt stórt parkeringshús á Bursatanga og á Skálatrøð og Heðin Mortensen sigur, at tað eru avgjørt tveir av møguleikunum.