Hesa vikuna er eitt uppskot borið í Løgtingið, við tí endamáli at hækka barnaískoyti til tær mest fíggjarliga sperdu familjurnar í Føroyum. Trupulleikin er, at freistin at leggja nýggj uppskot fyri tingið er farin, og tískil krevjast 17 undirskriftir frá tinglimum, at loyva uppskotinum til viðgerðar. Higartil er eydnast at fáa 15 undirskriftir frá øllum tinglimunum undantikið Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, ið framvegis ikki hava tikið endaliga støðu til máli.
Les eisini: Tvær undirskriftir vanta
Bárður Nielsen, næstformaður Sambandsflokksins, sigur seg ikki verða nóg greitt dagførdan um eina felagsstøðu hjá tingbólkinum, og vísir til tað, sum løgmaður í gjár og í morgun hevur ført fram.
- Sambandstingbólkurin hevur framvegis ikki tikið felagsavgerð um at seta sínar undirskriftir á uppskotið, men vit vænta at umrøða okkara støðu til spurningin so skjótt ein steðgur verður í tingfundinum í dag, sigur Bárður Nielsen.
Kaj Leo Holm Johannesen, formaður flokksins, er bundin av løgmansuppgávunum, og kann tískil ikki geva eina góðkenda undirskrift í løgtinginum, men hann hevur víst á, at flokkurin ynskir at leggja eitt felagsuppskot til samtyktar, heldur enn tað, sum liggur klárt á borðinum. Bárður á Steig Nielsen tekur undir við støðuni.
- Tað er tann dagførda støðan, sum eg eri kunnaður um, og eg taki undir við henni. Eftir ætlan verður eitt uppskot, líkt tí fyriliggjandi, lagt fyri Løgtingið um Ólavsøkuna, sigur hann.
Les eisini: Framvegis óvist við undirskriftum
Freistin at leggja uppskot fyri Løgtingið fór triðja mars, men tað ber til at leggja nýggj uppskot fyri tingið, um 17 tinglimir geva sína váttandi undirskrift. Júst hesum møguleikanum hevur landsstýrið gjørt sær dælt av, og næstformaðurin í Sambandsflokkinum ásannar, at tað kann tykjast ódemokratiskt, um hetta uppskotið ikki fær somu møguleikarnar.
- Sum nevnt, er ein felagsstøða ikki tikin til máli, og har eru onkrar ábendingar um, at uppskotið sleppur til viðgerðar, sigur Bárður Nielsen, nú einans tvær undirskriftir resta í at røkka teimum kravdu 17.