Sløkkja gøtuljósini fram til ólavsøku

Nú kvøldini eru ljós, og náttin ikki er myrk serliga leingi, hava tey í Vágs kommunu gjørt av at sløkkja gøtuljósini

Tað verður eingin ljósfest í Vági fyrr enn í august, tá tiltakið Ljósfest verður aftur.

 

Í Vági fara tey nevniliga at sløkkja gøtulósini frá 1. juli at rokna, og tað er á midnátt í kvøld. 

 

Nú kvøldini eru ljós, og náttin ikki er myrk serliga leingi, hava tey í Vágs kommunu gjørt av at sløkkja gøtuljósini.

 

Í kommununi halda tey tað ikki vera neyðugt, at gøtuljósini eru tendrað um summarið.

 

- Gøtuljósini verða tí sløkt 1. juli, og tendrað verður aftur á ólavsøku, siga tey í Vágs kommunu í dag.