Slovakiskir risar vóru ov stórur biti hjá strandingum

Hondbóltur: Tað var hondbóltur í heimsflokki, sum slovakiska meistaraliðið úr Kosice borðreiddi við, tá ið teir fríggjakvøldið og leygardagin leiktu Europa Cup dyst ímóti føroyameistarunum úr StÍF

(SKÁLA) Tað fór maður av húsum á vestara armi á Skálafjørðinum fríggjakvøldið, tá ið Stranda Ítróttarfelag fyri fyrstu ferð skuldi leika Europa Cup í hondbólti.

Mótstøðuliðið, HK VSZ, var komið ta longu leið úr Kosice í Slovakia, og tey flestu vóru helst greið yvir undan dystinum, at uppgávan hjá strandingum fór at vera nærum ógjørlig, men áskoðararnir møttu trúfastir og stuðlaðu liði sínum á ein fyrimyndarligan hátt.


Lítil broyting á liðnum hjá StÍF

Manningin á liðnum hjá føroyameistarunum var so at siga tann sama. Einasta veruliga broytingin var tann, at Hannis Wardum er komin at spæla á høgra bakki, har sum Elias Hansen, ið ikki longur er við, leikti í fjør.

Byrjunaruppstillingin, sum venjarin Jónleif Sólsker hevði sett til dystin fríggjakvøldið, var annars henda: Jóhan Danielsen stóð í málinum, á vinstra vongi leikti Karstin Danielsen, á vinstra bakki var Artur Johansen, spælskipari á miðjuni var Jónleif Sólsker, høgri bakkur var Hannis Wardum, høgri vongur var Agnar Højgaard, og inni á strikuni hevði Sveinbjørn Poulsen tað møtimiklu uppgávu at berjast við slovakisku risarnar. Tá ið strandingar vardu, fór Hannis út, og í hansara stað kom Marius Joensen inn at verja.


Slovakarnir revsaðu hvørt mistak

Strandingar eru ikki av størstu monnum í føroysku hondbóltskappingini, og tá ið teir so møta einum liði, har fleiri leikarar eru oman fyri tveir metrar, er tað greitt, at tað kann gerast teimum trupult at verja fyri langskotum, eins og tað er trupult hjá skjúttunum á StÍF-liðnum at sleppa framat at royna seg við hoppskotum.

Hóast leikararnir á liðnum úr Slovakia vóru bæði høgir og breiðir, so vóru teir ógvuliga kvikir, bæði við og uttan bólt. Hvørja ferð at strandingar mistu ein bólt í álopinum, so gingu tað ikki meiri enn tvey ella trý sekund og tvær avleveringar, so var mál í hinum endanum.

Hvørt einasta mistak hjá strandingum var revsað við einum máli til mótstøðuliðið. Fyri ein og hvønn, ið hevur áhuga fyri hondbólti, var tað ein fragd at síggja, hvussu skjótt og trygt tað gekk, tá ið slovakar fóru í skjótálop, og hóast Johan Danielsen í málinum hevði nakrar góðar bjargingar tíðliga í dystinum, so gekk ikki long tíð, áðrenn risarnir úr Kosice høvdu lisið hann av, og málini raplaðu inn. Serliga ofta var tað, at leikararnir á slovakiska liðnum sendu bóltin millum beinini á Johan og upp undir nettakið.

Í hinum endanum var støðan hjá strandingum ikki nógv frægari, tí eftir at StÍF hevði fingið síni fyrstu trý mál gekk rúm tíð, áðrenn teir skoraðu aftur. Stóru miðverjarnir hjá HK VSZ blokeraðu nógvum royndum, og hóat Sveinbjørn stríddist sum úlvur á skóg á strikuni, so var avbjóðingin hjá honum nakað stór, tá ið havt verður í huga, at so at siga allir leikararnir á liðnum hjá HK VSZ vóru høvdið hægri enn hann.

Tær fáu ferðir tað eydnaðist strandingum at bróta seg ígjøgnum verjuna hjá slovakunum, var enn ein forðing fyri framman, og tað var tann vælleikandi málverjin hjá slovakunum, Richard Stochl, ið var so høgur, at hann ikki passaði inn í málið. Tað tók eisini nakað leingi hjá strandingum at finna út av, at Stochl var serliga stinnur í armunum, og tað var júst har, ið tær flestu royndirnar frá ávikavist Artur Johansen og Hannis Wardum komu. Eisini inni á strikuni blivu nakrir sokallaðir 100 prosents møguleikar brendir, og tað hevur man ikki ráð til í altjóða hondbólti. Nakað betur gekk tað, tá ið teir fóru at royna seg við skotum niður í gólvið, tí hóast Stochl var ógvuliga kvikur niður at verja fyri, so var hann ikki altíð nóg kvikur.

Tá ið einir fimm minuttir vóru eftir at leika av fyrra hálvleiki, kom Janus Berthelsen í mál hjá strandingum fyri Johan Danielsen, ið ikki hevði staðið ein av sínum bestu dystum. Janus byrjaði væl og fekk skjótt fatur á nøkrum bóltum, samstundis sum Hannis Wardum fekk sítt fyrsta skrásetta mál fyri StÍF. Hetta gav møguliga strandingum vónir um eina betri gongd eftir steðgin, men so fór ikki at vera.


Ongin vandi fyri HK VSZ

Hóast Janus Berthelsen helt fram, har hann slepti fyri steðgin, so munaði tað ikki nógv, tí liðfelagarnir hjá honum gjørdu bert onkran hendinga vørr í hinum endanum. Eisini merktist tað væl á bæði álops- og verjuspælinum hjá StÍF, at bæði Artur Johansen og Sveinbjørn Poulsen sótu uttan fyri ein stóran part av seinna hálvleiki. Allan seinna hálvleik sum hann var, høvdu slovakarnir ein leiðslu upp á eini 14 til 16 mál, so hjá teimum var eingin vandi.

Venjarin hjá HK VSZ valdi eisini at skifta ein stóran part av leikarunum út í seinna hálvleiki, og hetta tóktist ikki á nakran hátt at darva spælið hjá slovakisku meistarunum. Tað einasta, sum sá út til at geva teimum eitt lítið sindur av trupulleikum, var, tá ið strandingur fóru at verja longur frammi á vøllinum, og har Agnar Højgaard lá heilt úti hjá slovakiska spælskiparanum.

At slovakarnir vóru betur enn strandingar á øllum økjum var eyðsæð, men tað vóru serliga kvikleikin og bóltførleikin saman við kropsliga yvirváginum, sum

høvdu avgerandi orðið í dystinum. Eitt gott dømi um munin í skjótleika var, tá ið Sveinbjørn Poulsen og ein slovaki kapprenna eftir bóltinum. Sveinbjørn hevði styttra teinin til bóltin, men eftir at hava tikið tvey fet var slovakin framman fyri Sveinbjørn og hevði fingið hendur á bóltinum.

Seinastu minuttirnar av dystinum fríggjakvøldið var heldur lítið skil á spælinum, og tað tóktist, sum um menn bert vildu hava tær frálíku donsku dómararnar at bríksla dystin av, og tá ið avtornaði høvdu slovakar vunnið við ikki færri enn sekstan málum. Harvið var allur spenningur undan dystinum leygardagin burtur, men tað var ikki tí, at StÍF hevði spælt ein vánaligan dyst, men tí teir høvdu møtt einum mótstøðuliði, sum er á einum høgum altjóða støði.


Dysturin leygardagin

Hóast úrslitið fríggjakvøldið hevði við sær, at eingin spenningur var um dystin leygardagin, so møttu áskoðararnir trúfastir aftur til seinna dystin. Hetta prógvar bara, at áskoðararnir ikki vóru vónbrotnir av at síggja strandingar tapa, men heldur hinvegin fegnaðust um at síggja hondbólt á einum so høgum støði. Áskoðarafjøldin var kanska ikki eins stór, sum hon hevði verið kvøldið fyri, men tað var lítil munur.

Liðið hjá strandingum var so at siga tað sama leygardagin, sum tað var fríggjakvøldið. Hinvegin høvdu slovakar skift størsta partin av sínum fólki út, men hetta darvaði ikki teimum nakað, tí allir vóru teir javnt góðir. Strandingar fingu eina góða byrjan upp á dystin leygardagin, og teir løgdu seg eisini á odda 3-1. Janus Berthelsen, ið vardi málið frá byrjan, stóð væl fyrstu minuttirnar, og hetta var ein av orsøkunum til, at strandingar megnaðu at fylgja væl við slovakunum fyri steðgin. Høvdu StÍF ikki brent tvinni brotskøst fyri steðgin, so hevði tað næstan staðið á jøvnum í hálvleikinum.

Eitt, sum man eisini legði serliga væl til merkis í hesum seinna dystinum, var, at álopsspælið hjá strandingum er nakað einstáttað. Nógv tey flestu av álopunum hjá StÍF enda við, at antin Artur, Jónleif ella Hannis roynir seg við skoti, ella verður spælt inn á strikuna til Sveinbjørn. Tað var bara hendingaferð, at vengurnir hjá strandingum royndu seg. Hetta løgdu slovakar eisini til merkis, og tískil løgdu teir størra dentin á at verja á miðjuni, tí teir vistu sum vera man, at vengurnir hjá StÍF bjóðaðu einki av.

At tað gekk betur hjá strandingum at fylgja við slovakunum leygardagin, kann eisini hanga saman við, at nógvir av risunum hjá slovakunum blivu spardir.

Hetta gjørdi, at betur lá fyri hjá serliga Arturi at royna seg við sínum eyðkendu hoppiskotum, sum eisini eydnaðust rættuliga væl. Høvdu málrammurnar so eisini verið meiri við strandingum, so hevði staðið enn betur til hjá teimum.


Megnaðu ikki at spæla eins skjótt og slovakarnir

Einans fýra mál vóru á muni millum liðini í hálvleikinum leygardagin, og tað var ikki sørt, at eitt sindur av spenningi var í hesum seinna dystinum. Tað gekk tó ikki long tíð, so var tað greitt, at slovakarnir ikki høvdu nakra ætlan um at loyva strandingum at koma nærri teimum. Teir settu ferðina eitt sindur upp, og tá ið so strandingar royndu at spæla eins skjótt, hevði tað við sær, at teir mistu óneyðuga nógvar bóltar í álopinum og á veg í álop.

Munurin millum liðini bæði bara vaks, og tað gekk sera illa í hond í álopsspælinum hjá strandingum. Strandingar royndu fleiri ferðir at bróta seg ígjøgnum kropsliga sterku verjuna hjá HK VSZ, og tað er ikki bara sum at siga tað, og úrslitið var eisini har eftir.

So líðandi fullu strandingar meiri og meiri í fátt, og samstundis fóru slovakisku leikararnir at taka sær eitt sindur av løttum og royndu eitt spæla eitt sindur meiri smartan hondbólt. Serliga stuttligt var tað at síggja stóra spælskiparan á miðjuni hjá teimum, Martin Valent, hvussu hann borðreiddi við góðum fríspælingum og frálíkum langskotum. Eisini fekk tann lítli og kviki vinstri vongurin, Rado Antl, eina rúgvu av málum. Tað var hann, sum skeyt øll brotskøstini hjá slovakunum, og hann skoraði eisini fleiri ferðir eftir skjótálop.

At enda vunnu slovakar dystin við fjúrtan málum, men strandingar eiga ikki at taka tapið ov tungt, tí bæði í dystinum fríggjakvøldið og leygardagin, stríddust teir manniliga og spældu heldur ikki so galið. Tað var bara tað, at mótstøðuliðið hjá teimum var so sterkt, at tær ongan møguleika høvdu at skaka teir. Hinvegin kunnu strandingar bara fegnast um, at teir hava verið við til at givið einari rúgvu av fólki eina góða hondbóltsuppliving, sum man ikki hevur sæð makan til, síðani vestmenningar høvdu vitjan av einum russiskum meistaraliði í høllini á Skála fyri nógvum árum síðani.


Væl fyriskipað

Somuleiðis eiga strandingar rós fyri at hava tryggjað sær, at karmarnir til dystirnar vóru, sum teir skulu vera. Tá ið man kom í bili til dystin, stóð fólk og vísti á, hvar man kundi seta bilin frá sær, og inni í hølluni var ein rúgva av vaktum, sum ansaðu eftir, at børn ikki gingu og runnu, ella at fólk ikki gingu fram við síðulinjuni undir dystunum.

Har var eingin slingur í valsinum, og hóast onkur spældi harðan tónleik inni á skrivstovuni hjá Karlo, so var hetta ikki nakað minuss í sambandi við tiltakið.