Slovenia vann trettanmálssigur á Kuwait

Aleks Vlah mátti út við skaða

Mynd: Rokometna zveza Slovenije

Hægst styrkismetta liðið í okkara EM-bólki, innleiðandi bólki D, Slovenia vann týskvøldið ein trivaligan sigur í venjingardysti móti Kuwait á heimavølli.

 

Slovenia vann dystin 36-23. Í steðginum var Slovenia frammanfyri við seks málum, 17-11.

 

Danski serfrøðingurin í altjóða hondbólti, Rasmus Boysen skrivar, at vinstri bakkurin hjá Slovenia, Aleks Vlah mátti av vøllinum við einum skaða í knænum. 

 

Nejc Cehte, Blaž Blagotinšek, Borut Mačkovšek, Miha Zarabec, Matic Grošelj, Tadej Kljun, Mitja Janc og Jaka Malus eru longu uttanfyri við skaðum. So tað er steinur omaná byrðu hjá Slovenia.

 

 

 

Mynd: Rokometna zveza Slovenije