Sloyfur fyri 44.500 kr.

Í oktober mánaði hava stuðlar hjá felagsskapinum, Bót til bata, selt eyðkendu sloyfurnar, sum síðani 1992 hava verið samheitið fyri átakaið » »Set sjóneykuna á bróstkrabba«
Í tíðindaskrivi sigur felagsskapurin, at málið var at náa eini sølu upp á 7.00 tkr., í lutfalsliga hevði svarað til tað, sum danir vanliga selja fyri.
Tað vísti seg tó, at undirtøkan var væl betri enn so. Ikki færri enn 44.500 kr. vóru innkomnar, tá talt varð saman, og sum vera man, so er felagsskapurin sera væl nøgdur um undirtøkuna.
- Vit eru sera takksom fyri ta vælvild øll hava víst okkum, og vilja av hjarta takka tykkum øllum bæði einstaklingum og handlum, sum hava selt fyri okkum, og øllum tykkum, sum hava stuðlað við at keypt sloyfuna. Eisini ein tøkk til tykkum, sum hava gingið við sloyfuni, og á tann hátt verið við til at sett sjóneykuna á bróstkrabba, verður sagt í tíðindaskrivinum, sum er sent føroysku miðlunum.