Sluppu ikki til arbeiðis í fleiri dagar

Tað er verri hjá okkum at fáa arbeiðsfólk enn tað er hjá øðrum virkjum, sigur stjórin á uppsjóvarvirkinum í Vestmanna

Í hugaheiminum hjá nógvum er Vestmanna ein fjarskotin bygd og tí er ringt at fáa avbygdarfólk til Vestmanna at arbeiða. Tað sigur Eyðun Olsen, stjóri á uppsjóvarvirkinum, Vestmanna Seafood.

 

Hann sigur, at av tí sama er tað eisini verri hjá teimum at fáa arbeiðsfólk enn tað er hjá øðrum virkjum. Samstundis er tað ikki serliga lokkandi hjá vestmenningum, sum arbeiða í Havn, at búgva í Vestmanna

 

Nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, royna Vestmenningar at ávirka Løgtingið til at seta pening av til ein tunnil til Vestmanna. Tí hesum sambandi hevur stjórin á Vest Pack skrivað til fíggjarnevndina hjá Løgtinginum.

 

Les meiri um tað her:  Tað ger at okkara starvsfólk verða sett í vanda

 

Og tað sama hevur stjórin í Vestmanna Seafood eisini, og hann sigur somuleiðis, at tað er sera átrokandi við einum tunli til Vestmanna.

 

Flutningurin um Høgareyn er ein støðugur trupulleiki og tað hevur við sær, at veðrið, og veðurforsøgnin, mugu takast við í tilrættisleggingini, tá ið tey skulu hava flutning til virkið, ella av virkinum aftur.

 

Til tíðir er tað ikki heilt vandaleyst at koyra vid stórum bilum um Høgareyn, umframt at tað er sera tungt, og tekur langa tíð, at sleipa fullar treylarar allan vegin niðan.

 

– Nøkur starvsfólk koma úr øðrum bygdum í Norðurstreymi og úr Havn. Í kavanum fyri jól sluppu tey ikki til arbeiðis í fleiri dagar. Var tað koyrandi um morgunin var ikki vist at tey sluppu heim aftur um kvøldið, sigur stjórin.

 

Hann vísir á, at tær flestu bygdir sum Vestmanna, hava nøkur, ella fleiri almenn arbeiðspláss, ella onkran almennan stovn. Ein tunnil hevdi gjort tað lættari, hjá einum almennum stovni at flutt til bygdina.

 

Hesi seinastu árini eru fleiri arbeiðspláss niðurløgd i bygdini, eitt nú  syslumaðurin og  SEV - hóast SEV er heimahoyrandi í Vestmanna, Strandferðslan gavst at sigla tá ið undirsjóvartunnilin kom, og alt hetta hevur minkað munandi um virksemið í Vestmanna,

 

Og tað førdi so aftur við sær, at bankarnir eisini fóru, og nú er mest sum heldur einki handilslív. Ein tunnil hevði uttan iva ført til fólkavøkstur, og harvið eitt betri handilslív, og trivnað sum heild, sigur