Í gjár var tað so, at fyrsti stormurin hendan veturin rakti okkum. Nógv harðast leikaði á í Suðuroy, men løgreglan sigur, at hóast telefonin ringdi ofta, er ikki talan um stórar skaðar.
Talan hevur verið um tekjur, sum rivu, onkur hjallur fór, og um náttúrðatíð fór streymurin í einum parti av Tvøroyri, í Nesi í Hvalba, í Hvalba og í Sandvík, eftir at eldur kom í ein elsteyra á Fitjunum í Nesi í Hvalba. Tey fingu ikki streymin aftur fyrrenn klokkan 22.30.
Hepnast vóru átta miðnámsskúlanæmingar av Kambsdali, sum høvru verið í Suðuroy og ferðast, men tá ið tey vóru á veg aftur til Smyril, varð bussurin tikin av eini hvirlu beint við Skúladepilin í Hovi, har tað er tiltikið vindhart. Bussurin fór útav vegnum, har hann endaði í liðini.
Bussførarin ringdi sjálvur til løgregluna og boðaði frá, at ongin mannaskaði varð hendur, men sjúkrabilur varð kortini sendur á staðið.
- Tá ið sjúkrabilurin kom fram, var bussurin tómur, og fyrsta fráboðanin var tí, at ongi ferðafólk vóru við, sigur løgreglan.
Men síðani fingu tey upplýst, at átta skúlanæmingar úr miðnámsskúlanum á Kambsdali høvdu verið við bussinum, men at teir vóru farnir í aðrar bilar og umborð á Smyril.
Sjúkrabilurin koyrdi so til Smyril og portørarnir fóru at tosa við næmingarnir. Onkrir høvdu skurðsla seg, og gramdi seg um nakað av pínu, og av trygdarávum varð avgjørt at flyta fýra av næmingunum á Suðuroyar Sjúkrahús til kanningar.
Tað vísti seg tó skjótt, at teir vóru slopnir snikkaleysir, uttan onkur smáskurðsl, sigur løgreglan.