Fyri eini løtu síðani skrivaðu Maskinmeistarafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin, undir nýggjan sáttmála.
Semingsmenninir, Allan Skaalum og Niels Winther Poulsen, løgdu semingsuppskot fyri partarnar klokkan 18 í kvøld og klokkan 19 høvdu báðir partar boðað frá, at teir góðtóku uppskotið.
Sostatt slapst undan verkfalli á hesum sinni.
Tað, partarnir hava undirskrivað, er ein tvey ára sáttmáli, har talan er um eina lítla lønarhækking.
Ì høvuðsheitum er lønarhækkingin sett soleiðis saman, at maskinmeistarar við teimum hægru lønunum fáa minni í lønarhækking og maskinmeistarar við lægri lønum, fáa størri lønarhækking.
Teir, sum fáa hægstu lønarhækkingina, fáa 0,85% afturat lønini 1. oktober í fjør og aftur 0,85% fyrsta oktober í ár.
Maskinmeistarar við hægru lønunum fáa at kalla onga lønarhækking.
Semingsroyndin gekk væl, tí tað var ikki fyrrenn seinnapartin í gjár, at hon byrjaðu.
Men Allan Skaalum staðfesti fyrr í kvøld fyri Portalinum, at hann hevði ta fatan, at báðir partar fóru undir semingsroyndina við opnum sinni og einum vilja at finna eina semju.
Úrslitið var so, at báðir partar góvu seg so mikið sum tað, at tað bar til at finna semju.
Annars var langt ímillum partarnar, tí Maskinmeistarafelagið kravdi lønarhækking, men tað vildi Fìggjarmálaráðið ikki og enntá vildi almenni arbeiðsgevarin, at maskinmeistarar skuldu niður í løn í summum førum.