Skipasmíð
Eiði:Føroyskt skipasmíð er sloppið inn á íslendska marknaðin. Fyri fyrstu ferð nakrantíð lata íslendingar stálskip smíða í Føroyum.
Talan er um eina tvíkilju, sum brúkast skal í íslendskari alivinnu, ið smíðað verður á smiðuni Hydro Tech á Eiði. Báturin er um 12 metrar til longdar og seks metrar breiður.
Í mun til hinar tvíkiljurnar av somu longd, sum Hydro Tech hevur smíðað, er hendan ein metur breiðari. Aðrir bátar hava kortini verið seks metrar breiðir, men so hava teir eisini verið eina tríggjar metrar longri. Teir hava ligið um teir 15 metrarnar til longdar, sigur Ólavur Asafson Olsen, stjóri á KJ Hydraulik á Kambsdali, sum eigur smiðuna Hydro Tech á Eiði.
Báturin, sum íslendingar skulu hava, er útgjørdur sum teir, ið Hydro Tech fyrr hevur latið. Hann hevur stóran krana, stóran spælkopp og dupulta fóðurkanón.
Tveir eru motorarnir í bátinum, og eru teir upp á góðar 200 hestakreftir hvør. Umframt er øll nútíðar nautisk útgerð umborð.
Ólavur A. Olsen sigur, at síðan Hydro Tech í september lat tann seinasta bátin til føroyingar - hann fór til Hera Hjelm í Vági - hevur einki bátasmíð verið fyr enn nú, íslendingar hava skrivað undir sáttmála.
Hetta felagið, sum skal hava hendan nýggja bátin, hevði áhuga í at fáa ein afturat. Men hava tó tikið fyrivarni og vilja bíða eitt halvt ár ella so í fyrsta umfari.
Men tó eru vónir fyri, at onkur annar íslendingur tekur við, tí eitt annað felag liggur framvið og er áhugað í einum báti, sigur Ólavur Olsen.
Um tann áhugin gerst til veruligan sáttmála, verður tann báturin so smíðaður, áðrenn ein møguligan nummar tvey verður gjørdur til felagið, sum í løtuni letur bát smíða á Eiði.
Talan er um eitt felag á Eysturlandinum, sum nú hevur gjørt sáttmála um bátasmíð við Hydro Tech. Felagið hevur aling og aliloyvi á Reyðafirði og Mjóafirði báðu megin Norfjørðin. Ólavur Asafson Olsen, sigur, at felagið Samherji á Akureyri, sum kent er í Føroyum í øðrum sambandi, eisini er partaeigari í hesum alifelagnum.
Umframt KJ Hydraulik og Hydro Tech vóru buðu norðmenn seg fram at smíða íslendska felagnum alibát. Men hóast teir eisini kundu bjóða fígging, tóku íslendingar av føroyska tilboðnum, sigur Ólavur A. Olsen stjóri á KJ Hydraulik, sum eigur Hydro Tech á Eiði.