Ósmæðin bankastjóri

Bjarni Olsen, sum var ann­ar banka­stjórin, sum rendi Eik Banka á heysin – og sum so­leiðis for­kom mill­iard­a­virð­um, er mis­nøgd­ur við, at bank­in hev­ur sagt hann úr starvi – og ti­k­ið løn­ina frá hon­um. Tað var gamla leiðsl­an í bank­a­num, sum beint áðr­enn bank­in fór á húsa­gang, gav báðum banka­stjór­i­num nakr­ar mill­i­ón­ir í part sum eitt »gylt hondtrykk«.

Fyri tað fyrsta skal man leita leingi eftir slík­um frek­leika, sum ein so á­byrgd­ar­leys banka­nevnd – sum tann síðsta í gamla Eik Banka – kann finna upp­á. At tveita fleiri mill­i­ón­ir eft­ir tveim­um banka­stjór­um, sum hava koyrt bank­an á heys­in, með­an onn­ur skulu stríð­ast við upp­tak­ið – og mong, mong onn­ur hava lið­ið stórt milli­arda tap.

Men at fyrrverandi bank­a­­­stjór­­in so­leið­is still­ar seg al­ment fram – dreg­ur nýggja Eik Banka í rætt­in og for­lang­­ar at fáa hes­ar peng­ar – sum ein meira á­­byrgd­­ar­­full leiðsla, sum skal end­ur­reisa bank­an – hevur tik­ið frá hon­­um, tað er at fara um alt mark.

Um skomm var skapt í Bjarna Ol­sen og Marn­er Jac­ob­sen, so stovn­aðu teir per­són­liga ein grunn at savna peng­ar inn til at veita end­ur­gjald til fólk, sum til døm­is vórðu lokk­að at kon­vert­­era barn­a­­upp­spar­ing­ar til part­­a­­brøv í Eik Banka.
Heilt er­ligt Bjarni, hev­ur tú ikki ver­­ið ein nóg dýr­ur drong­­ur?