Ein av uppgávunum, sum fyribilssetti presturin, Jákup E. Petersen, hevur í tí dagliga, er at undirvísa smákonfirmantunum á Eiði og Norðskála.
– Hesi 9 og 10 ára gomlu er ein sera góður aldursbólkur at arbeiða saman við. Ja, tey vilja fegin læra alt møguligt – og so seta tey so sanniliga eisini spurningar, sum vaksin eru ov smæðin at seta, sigur Jákup E. Petersen við heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni.
Forskúli til konfirmatiónina
Hetta við smákonfirmantum – ella minikonfirmantum, sum onkur nevnir teir – er eitt vælkent fyribrigdi í Danmark, har nógvar kirkjur hava hetta tilboðið til børnini.
Tað var fyrrverandi sóknarpresturin á Eiði, Emil Olsen, sum byrjaði við hesum í 2012, tí hann helt tað vera hugaligt at fara í holt við hetta. Men hann var tó greiður um, at onkur kanska helt, at tað var óneyðugt við slíkum her á landi, tí vit hava so góða kristniundirvísing í skúlunum.
Tilboðið við smákonfirmantum er ikki tvungið, men er at meta sum eitt tilboð til børn í 3. og 4. flokki, sum møta uttanfyri vanliga skúlatíð, í mun til vanligu konfirmantundirvísingina, sum ofta er í skúlatíð.
– Jú, tað er spennandi at undirvísa hesum børnunum, tí hetta er ein aldursbólkur, sum tystir eftir vitan, og vil fegin hoyra og læra meiri. So tú kanst siga, at hetta er eitt slag av forskúla til ta veruligu konfirmatiónina, hevur Emil Olsen sagt.
Glað og spent í kirkju
At Emil Olsen fór undir hesa undirvísingina, og hevur lagt eitt gott grundarlag í so máta, kann Jákup E. Petersen nú heysta fruktirnar av.
– Eg síggi bara, at tey koma bæði glað og spent í kirkjuna henda tíman beint eftir skúlatíð.
Tey koma faktist beint í kirkjuna, áðrenn tey fara til hús, og áðrenn tey skulu víðari til tað næsta, ella heim at slappa av, greiðir Jákup frá.
Í undirvísingini leggur Jákup dent á, at tey sleppa at vera fríari, enn tey kanska vanliga kenna til, tá ið tey eru til gudstænastu ein sunnudag.
Fyrsta dagin hugdu tey eftir prestarúminum og klokkunum uppi í kirkjutorninum, umframt at prestur fortaldi bíbliusøgu, eins og tey sungu nakrar av barnasangunum úr ískoytinum við guitarspæli, sum prestur sjálvur stóð fyri. Endað var við Faðirvár og tey signaðu seg hvør sær.
– Í steðginum spældu tey so og súkklaðu uttanfyri, eins og tey fingu keks og saft, áðrenn tey fóru heim. So vit náddu nógv í ein tíma, greiðir Jákup brosandi frá.
Takksamur áhoyraraskari
Sum longu nevnt er hetta ein sera góður aldursbólkur at arbeiða við, ikki minst tí at tey eru forvitin og vilja hava svar.
– Hetta er ein sera takksamur áhoyraraskari. Tey eru meira útvend enn til eina vanliga gudstænastu. Jú, hetta er nakað, sum kann fáa okkum at hugsa um, hvussu vit taka børn og ung við í gudstænastuna, si