Smápakkar til Danmarkar næstan fimmfaldaðir upp á eitt ár

Tollmyndugleikarnir í Danmark fingu í fjør 17 milliónir tollfráboðanir fyri smápakkar við vørum, sum vóru verdar minni enn 150 evrur.

Talið á smápakkum, sum verða sendir til Danmarkar úr londum uttan fyri ES, er vaksið ógvusliga. Frá 1. juli verða allir slíkir pakkar álagdir toll sambært nýggjum ES-reglum. (Savnsmynd)

Tað er nærum ein fimmfalding samanborið við 2024, tá umleið 3,5 milliónir tollfráboðanir vórðu skrásettar.

 

Tað upplýsir danska Tollstyrelsen í tíðindaskrivi.

 

– Seinasta árið hava vit upplivað eina nærum fimmfalding í talinum av pakkum, serliga úr Kina, sum koma til Danmarkar. Tað er ein sera stórur vøkstur, sum eisini sæst í øðrum evropeiskum londum, sigur stjórin í Tollstyrelsen, Christian Lützen.

 

Frá 1. juli koma nýggjar ES-reglur í gildi, sum merkja, at allir pakkar úr londum uttan fyri ES verða álagdir minst tríggjar evrur í tolli, svarandi til umleið 22 danskar krónur.

 

Higartil hava vørur undir 150 evrur verið frítiknar fyri tolli.

 

Sambært nýggju reglunum verður tollurin roknaður fyri hvønn vørubólk í pakkanum. Inniheldur ein pakki til dømis fimm sama slag T-shirts, verður tollur goldin einaferð. Inniheldur hann ymiskar vørur, verður tollur goldin fyri hvønn vørubólk.

 

Sambært Tollstyrelsen komu í alt 68 milliónir vørubólkar til Danmarkar í 2025.

 

Talið á smápakkum, sum verða sendir til Danmarkar úr londum uttan fyri ES, er vaksið ógvusliga. Frá 1. juli verða allir slíkir pakkar álagdir toll sambært nýggjum ES-reglum. (Savnsmynd)