Eftir ein steðg í eina tíð verða fronsku minibilarnir Smart Fortwo aftur seldir í Danmark.
Smart Fortwo er sum navnið sigur ein tvey-persónabilur, sum nú verður seldur í Danmark fyri líka yvir hundrað túsund krónur, sum er umleið 30 túsund krónur bíligari, enn ætlanin var at hann skuldi kosta.
Smart er tann persónbilurin á danska marknaðinum, sum koyrir longst upp á liturin og er eisini ein tann reinasti. Við cdi dieselmotori koyrir hann 29,4 km/l, og CO2 útlátið er einans 88 gram pr. kilometur
Tað er týska Mercedes konsernin Daimler AG, sum eigur Smart.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum