Jørgin Niclasen fráboðar í tíðindunum í morgun, at hóast tingbólkurin var samdur um at vera ímóti 266b, so atkvøddi Poul Michelsen fyri.
Formaðurin fær tað til at ljóða soleiðis, at tingbólkurin var samdur um hesa niðurstøðu, og at Poul Michelsen bara gjørdi nakað annað enn ein samdur tingbólkur samdist um.
Veruleikin er tann, at flokkurin leingi hevur kent mína støðu til slík etisk mál, og at eg á fundi í tingbólkinum beint undan tingfundinum fráboðaði tingbólkinum mína støðu. Og tí hevur ongantíð verið talan um nakran samdan tingbólk.
Tíverri skuldi eg uttanlands og hevði biðið Anniku Olsen koma inn fyri meg í 10 dagar. Tað skuldi eg ikki havt gjørt, tí við at Annika kom inn, bleiv tingbólkurin samdur.
Eg eri sjálvur framsøgumaður í rættarmálum fyri Fólkaflokkin. Men av tí at eg, sum sagt, skuldi uttanlands, skuldi Jákup Mikkelsen, sum var varamaður mín í rættarnevndini, leggja málið fram í tinginum. Eg hevði tí eitt prát við Jákup um hetta og minti hann á støðu míni.
Hóast hetta, so bleiv – áðrenn eg var komin á flogvøllin - boðað frá av tingsins røðarapalli, at tingbólkurin hjá Fólkaflokkinum var samdur um at vera ímóti 266b.
Líka mikið hvat enn so endamálið við hesi proklamatión var, so kemst ikki uttanum, at talan var um eina smarta – men sera óseriøsa politiska handling. At formaðurin í Fólkaflokkinum nú aftur roynir at endutaka politisku fintuna ger ikki flokkin minni óseriøsan.
Fólkaflokkurin má kennast við seg sjálvan og egnu stevnuskrá. Fólkaflokkurin er ein liberalur flokkur – sum merkir, at borgarin skal hava fult politiskt og búskaparligt frælsi.
Her er ikki talan um eina av og á skipan – antin tryggja vit frælsi hins einstaka ella gera vit tað ikki.