Nú er Perlan farin í søguna – fyri í minsta lagi aðru ferð. Men úr »øskuni« hevur reist seg ein nýggj matstova, ið skal tekkjast fyrst og fremst barnafamiljum, men annars øllum, sum leggja dent á fyrsta floks mat og lágan prís, fram um dýrt keypta atmosferu.
- SMS ynskti at skapa eina betri matstovu enn Perlan var, og tí heittu teir á okkum, sum framman undan hava fastfood matstovurnar Burger King og Sunset, umframt kaffistovuna Baresso. Nú var tað eingin avbjóðing at gera eina betri matstovu enn Perlan var, spurningurin var meiri hvat konsept vit valdu, sigur Havgrímur Johannesen.
Tá nú hann framman undan hevði matstovur, sum eru liður í sonevndum matketum, mundu tað vera mong sum væntaðu, at ein matstova í sama flokki fór at loysa Perluna av, eitt nú Jensen’s Bøfhus. Men Havgrímur vildi royna nakað annað.
- Eg vildi gera eina fyrsta floks matstovu við fyrsta floks rættum, men samstundis fyri ein prís, sum øll kunnu rinda. Eisini vildi eg, at matarskráin skuldi fylgja árstíðini, og tað ber ikki til tá talan er um matketur, sigur Havgrímur Johannesen.
Talan skal í allar mátar verða um fyrsta floks mat. Tríggir hotellkokkar eru settir í starv, og rávøran er fyrsta floks.
- Vit nýta bara tað besta av tí besta, tá tað kemur til rávørurnar. Zew Zealandskt oksakjøt fram um bíligara brasilianska kjøtið, til dømis. Og alt, sum vit yvirhøvir kunnu gera sjálvir, verður heimagjørt, sigur Havgrímur Johannesen.
Skeinkiloyvi
Tað er eingin loyna, at eitt nú SMS til fánýtis áður hevur søkt um skeinkiloyvi. Men eftir at festivalar og onnur tiltøk hava fingið loyvi at skeinkja, var ikki longur nøkur haldgóð grund at nokta SMS hetta loyvi.
Men Havgrímur Johannesen leggur dent á, at tala avgjørt ikki er um nakra barr.
- Tá vit fara at bjóða »bestu búffar í býnum« fram, vildi tað verið stór synd, um ikki bar til at drekka eitt glas av víni afturvið. Og at tað er hetta, vit hava lagt dent á, vísir, at vit bert hava søkt um hálvt skeinkiloyvi, tað vil siga til øl og vín, men ikki teir sterkaru løgirnar, sigur Havgrímur Johannesen.
Hetta passar eisini betur inn í umhvørvið í SMS.
- Vit vita jú, at tað vitja nógvar barnafamiljur í SMS, og tí er tað eitt fullkomið høvi hjá foreldrunum at fáa sær ein góðan búff á Williams, meðan børnini hugna sær við einum burgara inni á Burger King og hyggja eftir einum góðum filmi, sigur Havgrímur Johannesen.
Og júst »óromantiska« umhvørvi hevur ført til, at ógvuliga nógv er gjørt burtur úr, at kundarnir skulu kenna seg væl. Bæði borð, stólar og lampur eru sniðgevaramøblar.
Alt hetta, ikki minst saman við navninum Williams, sum sipar til okkara kenda rithøvund og málara William Heinesen, skal geva matstovuni ein mentanarligan dám, sum boðar frá, at her kemur mann ikki inn at tylla øl í seg, men fyri at fáa eina kulinariska uppliving.
Og hóast tað ikki verður byrjað at skeinkja á Williams fyrr enn í næstu viku, hevur matstovan longu verið sera væl vitjað, síðani hon læt upp síðsta hósdag.
Matstovan letur upp klokkan níggju á morgni, men byrjar ikki at skeinkja fyrr enn klokkan ellivu. Annars er opið frá níggju á morgni til átta á kvøldi hvønn dag uttan sunnudag, tá latið verður upp klokkan tvey.