SMS: Neistin vann tepran sigur á VÍF

Bert eitt mál var á muni

Mynd: Neistin

Í kvøld var ein dystur leiktur í SMS-deildini.

 

Í høllini á Hálsi í Havn knógvaði Neistin ein tepran 27-26 sigur á VÍF. Í steðginum var heimaliðið á odda 14-11. VÍF megnaði fimm ferðir í seinna hálvleiki at koma upp á javnleik, men tað eydnaðist ongantíð vestmannakvinnum at leggja seg á odda í seinna hálvleiki.

 

Anna S. Mikkelsen var toppskjútti hjá Neistanum við 10 málum. Toppskjútti hjá VÍF við níggju málum var Lív S. Poulsen.

 

Kyndil og Neistin hava fýra stig hvør. EB, Stjørnan og H71 hava tvey stig hvør. VÍF, StÍF og VB hava einki stig.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum á Hálsi:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Neistin