Tríggir dystir eru leiktir í SMS-deildini í dag.
Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil 28-19 á Neistanum í grannauppgerðini. Longu í steðginum var Kyndil greitt á sigurskós. Tá vóru tær grønu á odda 15-8.
Hervør Niclasen var við fimm málum toppskjútti hjá Neistanum. Kyndil hevði fýra toppskjúttar í dag, allar við fimm málum hvør. Tær vóru Turið Arge Samuelsen, Asta Sofía S. Hansen, Mira Bendix Laursen og Silja Geirsdóttir Eystberg.
Í KÍ-høllini vann H71 34-28 á Stjørnuni. Í steðginum var H71 eisini frammanfyri við seks málum. Tá var støðan 19-13.
Durita Karlsdóttir Ljósstein var stórskjútti hjá Stjørnuni. Hon skoraði heili 13 mál. Maria H. Weyhe hjá H71 hevði eisini ein góðan dag. Hon skoraði 11 mál.
Í høllini á Skála vann EB 24-23 (9-9) á StÍF.
Arnfríð Jacobsen var við seks málum toppskjútti hjá StíF. Sára Rúnadóttir var við sjey málum toppskjútti hjá EB.
Kyndil er fremst við 21 stigum, og H71 er nummar tvey við 20 stigum. Neistin hevur 16 stig og VÍF hevur 15 stig. Stjørnan hevur 10 stig og EB hevur fýra stig. VB og StÍF eru aftast við tveimum stigum hvør.
HER eru dómaraseðlarnir frá dystunum millum Neistan og Kyndil, og dystinum millum Stjørnuna og H71. Dómaraseðilin frá dystinum StÍF-EB er ikki tøkur:
##med2##
##med3##
|
|
|
|













