SMS: Stjørnan gav H71 ein skarpan gang

Talan gjørdist um eina spennandi og málríka uppgerð norðuri í Klaksvík

Fyrr í dag var ein útsettur dystur leiktur í SMS-deildini. H71 sum hevur vunnið Føroyum so nógvan heiður í Europa Cup kappingini vitjaði Stjørnuna í KÍ-høllini. 

 

H71 vann málríku uppgerðina 33-30. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og var støðan javnleikur 15-15 í steðginum.

 

Í seinna hálvleiki vóru tær hjá H71 neyvari og tað bar teimum sigurin heim.

 

Kyndil er oddalið við 15 stigum fyri 10 dystir. Nummar tvey er Neistin við 14 stigum fyri níggju dystir. Nummar trý er H71 við 13 stigum fyri sjey dystir, og nummar fýra er Stjørnan við 12 stigum fyri níggju dystir. StÍF er nummar fimm við átta stigum fyri 10 dystir. EB er næstaftast við tveimum stigum, og VB er aftast við ongum stigi.

 

Stjørnan-H71 33-30 (15-15)

 

Málskjúttar Stjørnan: Malene Madsen 6, Iulia Nalviko 5, Durita C. Jojic 5, Jancy Jacobsen 4, Katrin Bertholdsen 4, Tóra Eliasen 2, Durita Ljósstein 2, Sonja S. á Bergi 1, Tóra Norðá 1.

 

Málskjúttar H71:  Guðrið á Borg 8, Jana Mittún 7, Rannvá Olsen 5, Maria H. Weyhe 4, Lukka Arge 3, Elsa Egholm 2, Vár B. Zachariassen 2, Lív B. Zachariassen 1, Inga Maria Joensen 1.