SMS: VB er nú á gylta sætta plássinum

EB tapti stórt fyri Kyndli

Carmen Luiza Silva var við átta málum toppskjútti hjá VB (Mynd: Handball Statz og VB)

Tveir dystir eru í dag leiktir í SMS-deildini. Liðini sum kappast um gylta sætta plássið, ið gevur atgongd til FM-fjórðingsfinalu móti triðfremsta liðnum, VB og EB vóru bæði í leiki í dag. Og tað lagaði seg væl hjá VB í dag. 

 

VB vann stórsigur 33-21 á StÍF í høllini á Skála. Vágskvinnur vóru á odda 16-9 í steðginum. 

 

Superveteranarnir, Poula Dulavík Berg og Rebekka Justinussen vóru við fimm málum í part toppskjúttar hjá StÍF. Carmen Luiza Silva var við átta málum toppskjútti hjá VB.

 

Rebekka hevur nú skotið 1.964 mál í bestu deildini, og er 36 mál frá at røkka gylta talinum, 2.000. 

 

Samstundis tapti EB í høllini við Streymin 21-36 fyri oddaliðnum, Kyndli sum var á odda 17-10 í steðginum.

 

Nadja Pejovic skoraði nærum helvtina av málunum hjá heimaliðnum, 10 mál. Silja Geirsdóttir Eystberg og Turið Arge Samuelsen vóru við sjey málum í part toppskjúttar hjá Kyndli. 

 

Kyndil er eitt stig frá at vinna grundspælið.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum, umframt støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

 

 

Carmen Luiza Silva var við átta málum toppskjútti hjá VB (Mynd: Handball Statz og VB)