Tað var ein maður úr Danmark, sum var síðst í fýratiárunum, sum fyrrakvøldið varð steðgaður í tollinum á flogvøllinum, har tey høvdu illgruna um, at maðurin hevði rúsevni innvortis. Hann varð tí afturhildin og handtikin av løgregluni, sum fór í skannaran á Landssjúkrahúsinum við manninum, har tað var staðfest, at hann hevði rúsevni innvortis.
Síðani var bíðað, við vakt uppi yvir manninum, til rúsevnini komu út nátúrliga.
Talan var um eina nøgd upp á umleið 100 gramm. Tað er omanfyri tað, sum vanliga verður mett til egna nýtslu.
Maðurin var tó ikki settur fyri dómara alt fyri eitt, tað var ikki mett neyðugt í hesum føri, men málið verður nú viðgjørt í rættarskipanini, og skal maðurin fyri rættin, tá málið er klárt til tað.











