Smyril avlýsir

Strandfaraskip Landsins avlýsa túrin hjá Smyrli klokkan 16 vegna vánaligar umstøður á Havnarvág. Eisini verður sagt frá nógvum vindi í kvøld. Túrurin av Havnini klokkan 18.30 verður hin seinasti í dag. Nú arbeitt verður við at dýpa út fyri Tinganesi verður trengri hjá Smyrli at leggja at, og hartil liggur Norröna undir Havnaskrivstovuni. Hetta ger ? saman við vánaligum veðurvánum ? at Strandferðslan hevur gjørt av at útseta túrin hjá Smyrli av Havnini klokkan 16, men siglir í staðin túrin klokkan 18.30.

Strandfaraskip Landsins siga, at túrurin klokkan 18.30 av Havnini samstundis verður hin seinasti í dag.

Siglt verður av aftur Tvøroyri klokkan 07 stundisliga í morgin.