Smyril Line manglar kapping

Eg, og fleiri við mær mundu gleðast, tá ið nýggj, stásiliga »Norrøna« kom til landi. Nú hevði eitt føroykst felag enn einaferð megnað at víst, at enn vóru tað fólk her á landi, ið tordu og megnaðu at váða stóran pening fyri at fremja framburð

Michael Dalbø
Heiðavegur
Norðskáli

Stórar vóru tískil mínar vónir til skipið og reiðaríið, tá ið familja mín og eg fyri fyrstu ferð fingu høvi til at ferðast við »Norrønu« í apríl/mai mánaði í ár.
Væl vitandi, at ein ikki skal vænta ov nógv av nøkrum, og tískil heldur ikki gjørdi mær nakrar ovurhonds stórar vónir, má eftir lokna ferð bara staðfesta, at tað eru nógv viðurskifti umborð á »Norrønu«, ið avgjørt ikki eru nær námind nøktandi.
Velji at halda meg til serliga tvey viðurskifti, ið hava fingið meg til at velja omanfyri standandi yvirskrift:
Tað fyrra er kioskin við teimum avgjaldsfríu vørunum: Har er úrvalið stutt sagt vánaligt, prísirnir alt annað enn kappingarførir við t. d. floghavnir í DK, har ið flestu føroyingar ferðast javnan, og sum um hettar ikki var nokk, so var uppfyllingin manglandi.
Vørur sum vóru í »tilboðsblaðnum« vóru útseldar á veg til DK, og hygga síggj, um tær ikki eisini manglaðu á veg til FO eina viku seinni. (Tílíkt óskil hevði ikki havt langt lív lagað undir vanligum marknaðar-búskaparligum treytum!) Tað seinna, ið er er langt tað vánaligasta, eru umstøðurnar til børnini umborð.
Tit vilja fegin selja tykkum sum eitt felag, har ið familjur kunnu njóta hvíld og hugna, sum dømi kann nevnast allar teir føroyingarnar, ið tit flyta til t. d. Danland frítíðarstøðini, og har nokk størsti parturin eru barnafamiljur.
Men, tað ið tit hava at bjóða er í stuttum hettar: Eitt »kúlubað«, lítið frægari enn eitt miðalstórt nátthús, har ið skelti vísir, at tað er aldursmark upp til 7 ár. Her man so meiningin verða, at øll yvir 7 á skulu fara inn til spælimaskinurnar, ið óiva munnu verða eitt munagott íkast til árúrslitið hjá Smyril Line.
Men enn eru ikki allar súður syftar.
Okkara børn eru 1,3 og 11 ár til aldurs, og tá ið so tann elsta er »innlagdur« til spælimaskinurnar, so kunnu tey yngru royna at yvirliva sum frægast í kúlurokinum millum størri børn, ið sjálvandi eisini eru í sínum góða rætti, til at verða har.
Ergo hava vit foreldur eitt fulltíðarstarv við at verða 100% ansandi; einki ringt um tað, líka burtursæð frá, at hettar ikki er heilt í trá við lýsingar tykkara, har barnakrókurin verður lýstur sum eitt »mini-tivoli«. Túrin, ið vit vóru við, vóru ikki tað nógva av fólki við, men tað var sera trongt hjá børnumun, og vóru tað nógv foreldur, ið vóru sera ørg inn á umstøðurnar, og tey klóku høvd, ið høvdu ábyrgdina av hesum. Tit hava bygt eitt skip til stóran pening, flott og stórbært, men, sum sagt, so er tað nógv umborð ið ber brá av, at tit, enn, hava einastøðu á sjóleiðini úr FO.
Starvsfólkið umborð skal hava rós fyri beinasemi og tænastuvilja.
Síggið skriftina á vegginum, bindið um heilan fingur, og fá skil á óskilið.