Smyril Line er komið í vandasjógv, síðani byggisáttmálin upp á nýtt ferðamannaskip varð undirskrivaður við týska skipasmiðju 27. juni.
Smyril Line hevur ikki klárað at goldið seinasta avdráttin upp á byggingina, og nú krevur skipasmiðjan í Flensburg stóra fíggjarliga trygd frá Smyril Line, um arbeiðið skal halda fram.
- Vit skulu svara á middegi týsdagin, og okkara svar verður, at vit kunnu ikki veita ta trygd, sum skipasmiðjan krevur. So verður tað upp til teirra at taka næsta stig, sigur Óli Hammer, stjóri á Smyril Line.
Hann leggur dent á, at Smyril Line fer ikki á heysin, og at felagið ikki missir Norrønu.
- Stóri vandin hjá okkum er, um felagið ikki fær endurnýggja seg. Tað er eingin framtíð í Norrønu, og vit hava brúk fyri einum nýggjum skip, sigur Óli Hanner.
Hava dyrgt eftir almennum veðhaldi
Norrøna hevur siglt millum Føroyar og grannalondini síðani 1982. Skipið er 27 ára gamalt, og næstu árini er vandi fyri, at skipið fer at krevja kostnaðarmiklar ábøtur. Skipið lýkur tó øll krøv sum er.
- Slíkan sáttmála, sum vit gjørdu við skipasmiðjuna í Flensburg, fáa vit ikki aftur. Hatta var ein serstakliga gott tilboð, sum vit ikki koma í nánd av, skuldu vit gjørt ein nýggjan sáttmála, sigur Óli Hammer.
- Skipasmiðjan hevur allatíðina roynt at trýst okkum eftir størri trygd. Teir hava fegnir viljað havt okkum at fáa landskassaveðhald, men vit hava greitt teimum frá, at landið blandar seg ikki uppí slíka skipabygging, sigur Óli Hammer.
Sambært stjóranum í Smyril Line var fyrr í ár fundur í Tinganes, har umboð fyri týsku skipasmiðjuna var við. Tá gjørdu bæði løgmaður og landsstýrismaðurin við vinnumálum greitt, at landið lat eingi veðhald til skipabygging. Somu boð fekk Smyril Line frá nýggja landsstýrismanninum við vinnumálum fríggjadagin.
- Nú kunnu vit enn einaferð boða skipasmiðjuni frá, at landið letur einki veðhald, og so verður tað upp til teir, hvat teir síðani skulu gera, sigur Óli Hammer.
Verri enn væntað
Óli Hammer sigur, at orsøkin til, at Smyril Line ikki hevur fingið goldið seinasta avdráttin er, at felagið hevur havt eitt av sínum minni góðu árum í ár.
- Vit líða, sum so nógv onnur, undir hækkandi oljuprísinum, og vit hava havt færri ferðafólk í ár. Tíbetur sær tað nú nógv betur út fyri næsta ár. Bíleggingarnar eru fleiri, og tí eru útlit fyri, at úrslitið verður betri næsta ár, sigur Óli Hammer.
- Um vit fram yvir kunnu halda sáttmálan, veldst sjálvandi um, hvussu tað fer at ganga felagnum.
Smyril Line hevur fingið til á middegi í dag at svara týsku skipasmiðjuni. Tá skal felagið veita eina trygd upp á 75 milliónir krónur, um arbeiðið at byggja nýggja skipið skal halda fram.
Ta trygdina fær skipasmiðjan í Flensburg eftir øllum at døma ikki, og so er spurningurin, hvat næsti leikurin hjá týskarum verður.