Bunkring og suðuroyarsiglingin
- Smyril sleppur ikki at bunkra olju í Suðuroy.
Tað er orsøkin til, at hann herfyri var inni á Sundi og bunkraði tungolju og aftur fer inn á Sund í somu ørindum í morgin.
Men hetta hevur báðu ferðina kostað suðuroyingum ein túr ímillum Suðuroynna og Havnina, tí í síðst hann bunkraði, sigldi hann bara eina ferð, har hann eftir ferðaætlanini átti at siglt tveir túrar, sum hann ger hvønn dag. Og tað sama ger seg galdandi í morgin tí tá verður aftur túrurin mitt á degi lagdur burturímillum.
Hetta hevur ført við sær, at suðuroyingar hava funnist at, at Smyril ikki bunkrar í Suðuroy, tí so slepst undan at órógva ferðaætlanina.
Men tað letur seg ikki gera, tí tað er bara á Sundi, at tað ber til at bunkra tungolju.
Tað er SEV, sum eigur tangarnar við tungolju og avtala er so gjørd við elfelagið um at veita Smyrli olju. SEV hevur eisini tangar við tungolju í Vági, men har er goymslan so lítil
- Fyri at tryggja suðuroyingum støðugan streym, vildi SEV tí ikki góðtaka at Smyril bunkraði av teirri avmarkaðu nøgdini, sum er á goymsluni í Vági, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
- Tí verður bunkrað á Sundi, har goymslan er nógv størri.
Tá ið Smyril bunkraði á Sundi seinast, varð sagt, at tað var neyðugt at gera hetta í dagsljósi av trygdarávum.
Bæði strandferðslan og landsstýrismaðurin í innlendismálum, harmast um, at er neyðugt at órógva siglingina, tá ið Smyril skal bunkra.
Tað tekur einar seks tímar at bunkra og ætlanin var at royna at skipa so fyri, at hon órógvar ferðaætlanina minst møguligt.
Jacob Vestergaard segði herfyri við Sosialin, at tey tí fara tí at royna at bera so í bandi, at Smyril kann bunkra um náttina.
Men tað merkir, at suðuroyingar so fáa ein túr afturat eyka, tann dagin, hann skal bunkra.
- Ber tað til at fáa Smyril at bunkra um náttina, fer hann at gera ein seinan kvøldtúr úr Suðuroy til Havnar, áðrenn hann fer inn á Sund at bunkra um náttina.
- Ætlanin er so at sigla suður so tíðliga um morgunin eftir sum gjørligt og so aftur norður aftur so at ferðaætlanin verður órógvað sum minst.
Ikki enn
Men tær sær ikki út til, at tað verður enn, at Smyril fer at bunkra um náttina
Regin Vágadal, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at tað riggar væl at bunkra um dagin og at tað helst ikki verður broytt.
- Skal Smyril bunkra um náttina, kemur Strandferðslan í trupulleikar av manningarreglunum í sambandi við hvílitíð og sostatt er tað ein spurningur um tað letur seg gera.
Skal Smyril bunkra um náttina, verður helst neyðugt at broyta ferðaætlanina, so at hann kemur at liggja eina nátt í Havn
Hin møguleiki, sum kanska verður kannaður, er at lata Smyril bunkra oftari, men at taka minni hvørja ferð, fyri ikki at órógva ferðaætlanina.
Men fyribils verður tað helst so, at Smyril fer a bunkra um dagin og at ein túrur sostatt fer at verða lagdur burtur ímillum.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at tað rakar tænastustøðið á suðuroyarleiðini, at Smyril skal bunkra um dagin og tí liggur tað framvegis í kortunum, at hann skal bunkra um náttina, men hann er greiðir yvir, at tað førir eykaútreiðslur við sær.