Sniðálop á skúvoyingar frá Johan Dahl og SSL

Eitt, sum eykennir eitt sniðálop, er at allar fyrireikingar áðrenn álopið, sjálvandi eru duldar sum mansmorð.

Tað, sum eftir øllum at døma skal henda við okkara framtíðar farmaflutningi, kann illa metast sum annað enn eitt sniðálop.
Eftir sum skilst eru ætlanir at seta ein óbrúkiligan bát inn fyri Rituna, men vit, sum skulu brúka henda bát, fáa onki at vita, sjálvt um tað sær út til, at hetta hevur verið fyrireika í langa tíð.
Strandferðslan var vælmannað í Skúgvi seinasta summar, og kunnaði okkum um framtíðar ætlanir.
Tað ljóðaði somikið væl, at vónirnar um okkurt brúkiligt vóru hampuliga góðar, eg trúði í hvussu er, at viljin var til staðar, at gera okkurt gott.
Nú hevur so onkur likið somikið, at tað sæst, at ætlanirnar tvørtur ímóti, eru at gera alt nógv truplari, fyri ikki at siga ómøguligt fyri okkum.
Tá eg fyri einum 4 døgum síðani hoyrdi um hetta, ringdi eg til Boga Mortensen stjóra í SSL.
Hann meinti sjálvandi ikki, at nakað var dult, men tað passar í hvussu er ikki. Tá hann kanska føldi seg eitt sindur kroystan, segði hann mær um ymiskt annað, sum eisini var á borðinum, millum annað, at Sildberin kanska bara skal sigla um summarið.
Í dag fekk eg so aftur okkurt at vita, sum fekk meg, at seta meg at skriva.
Eg tími ikki at koma nærri inn á evnið enn hetta, eisini tí eg ikki veit, hvat er rætt, av tí sum hoyrist, vit vita jú øll, at leysasøgur ikki altíð eru heilt eftirfarandi, so eg vóni, at tit, sum varða av hesum koma út úr skotunum, og siga sum er.
Eitt, sum hevði verið sera áhugavert at fingið at vita, er hví tað er so alneyðugt, at fáa handan bátin inn í hitan hjá SSL.
Tað finnast, uttan iva, fleiri skip, bæði her í Føroyum og í grannalondunum, sum heilt vist eru brúkilig.
Hasin báturin er ónýtuligur, men kortini hevur tað verið roynt í mánaðavís, at trýsta hann inn.
Í mai mánaði frættu vit, at Ritan skuldi í Norðoyggjar at sigla, tað frættu vit í útvarpinum, av einum fundi í Nólsoy.
Ritan er okkara einasta farmaleið, vit hava hana einaferð um vikuna. Tey, sum kenna til okkara viðurskifti vita, at um veturin eru fleiri vikur, har ongin farmatúrur er orsaka av veðri. Tí er tað bara á pappírinum, vit hava 52 famatúrar um ári.
Vit gjørdu vart við okkum í brævi, dagfest 8 juni 2009.
22. septembur 2009 kemur so svar úr Vinnumálaráðnum, undirskrivað av Johan Dahl og Kjartan Kristiansen. Í brævinum framgongur heilt greitt, at Ritan skal halda fram sum áður, við einum túri úr Havn um vikuna. Ritan verður ikki tikin úr hesi sigling uttan so, at farleiðin kann gerast líka væl við øðrum skipi.
Nú er so aftur alt enda í sama skilið.
Tað er ikki lætt at trúgva landsstýrismanninum, ella SSL, tá soleiðis verður atborið.
Ongin vil missa nakað, sum kann nýtast, fyri okkurt nógv verri, heldur ikki vit.
Vit vilja sjálvandi fegin fáa betri ferðasamband, men sum vit so ofta hava sagt, so leingi sum havnarumstøðurnar eru, sum tær eru, er best at lata alt verða sum er.
Suðuroyingar hava sanniliga havt sínar trupulleikar av strandferðslu og myndugleikunum, teir hava barst fyri síni søk, og hava vunnið nokkso nógv, men høvdu tey slakað tað allar minsta, var helst ongin nýggjur Smyril í dag.
Tí er tað eitt sindur hugvekjandi, at tey, sum standa aftan fyri hetta, øll eru suðuroyingar, líka frá tí lægsta til avvarðandi landsstýrismann.
So mikið av seiggi mátti verið eftir í tykkum frá øllum teimum gomlu kempunum og gandakallunum í Suðuroy, sum tit eru so errin av, at tit ikki gera slíkt ímóti okkum fámentu skúvoyingum.
Við vón um størri opinleika.