27. oktober kemur nýggja fløgan ?A Hundred Million Suns? hjá Snow Patrol til sølu í handlunum.
Nýggja fløgan, sum bólkurin sjálvur hevur skrivað, varð tikin upp í Hansa Studios í Berlin og Grouse Lodge í Írlandi í summar.
Snow Patrol er millum best seljandi bólkarnar í Onglandi í hesum ártíggjunum og seinasta fløga teirra ?Eyes Open? frá 2006 seldi 4,5 milliónir eintøk um allan heim.
Fyrsta stakfløgan ?Take Back the City? av nýggju fløguni kemur í handlarnar 1. september. Videolagið til sangin varð tikið upp í eystara partinum av London av rósta leikstjóranum Alex Courtes.