So er farið undir at telja á Hálsi

Fyri løtu síðani gav Bjørgfríð Ludvig sínum starvsfólki leiðbeining um, hvussu farast skal fram, meðan talt verður.

Allar brævatkvøður og bilatkvøður – tað er frá fólki, sum velja úti í bilunum ella heima – eru koyrdar í valkassarnar, áðrenn hesir verða tømdir út á stóra teljaraborðið.

Klokkan var 11 minuttir yvir átta, tá Bjørgfríð Ludvig fór ut í tún at kanna eftir, um allir veljarar vóru komnir inn í høllina.

Forkvinnan í valstýrinum hevur áður sagt, at teljingin væntandi verður liðug um 23.30-tíðina.

Annars er vallutøkan metstór, og longu klokkan 19.00 var hon hægri, enn hon nakrantíð hevur verið á Hálsi.