So er Todi meistari

Todi Jónsson sat á beinkinum, men liðfelagarnir í FCK staðfestu kortini DM gullið, tá teir í einari fullsettari Parken vunnu 3-1 á Brøndby

 

DM-gull


Tað var ársins dystur og nakað væl afturat, tá FCK sunnudagin tók ímóti Brøndby. Nýklassikarin í donskum fótbólti dregur vanliga nógvar áskoðarar at sær, og nú gullkrónurnar í DM stríðnum eisini stóðu uppæ á spæl, var áhugin nógv størri enn vanligt. Ta ljóðaði, at eini 80.000 atgongumerki kundu verði seld, men tað vóru so bara 40.281 pláss í Parken. Áskoðaratalið er annars met í donsku superliguni.


Stórslignir karmar

Sum kunnugt høvdu nógvir føroyingar leitað sær niður til dystin, men vónbrotið mundi vera stórt, tá tað frættist, at Todi Jónsson ikki fór at verða tøkur til dystin. Skaðin í lærinum argar framvegis ov nógv, men hóast hetta, so er einki at ivast í, at talan var um eina risa uppliving fyri áskoðararnar.

Longu áðrenn komið varð til leikvøllin, var greitt, at talan var ikki um nakran heilt vanligan dyst. Taxa bilarnir sluppu als ikki nær námind leikvøllinum, so áskoðararnir máttu ganga eitt fitt petti, samstundis sum tey kundu eygleiða stóra politistaliðið, sum royndi at halda skil á øllum, sum fyrifórst.

Inni á vøllinum vóru karmarnir kring dystin eisini í lagi. Langsíðan var hvíttklædd øll, sum hon var, meðan Brøndby áskoðararnir høvdu hertikið aðra endatribununa, og teir royndu sjálvsagt eisini at seta dám á.


FCK sat á øllum

Tað tóktist tó hampuliga skjótt greitt, at FCK hevði greiða yvirvág á vøllinum. Við at seta leikferðina langt upp og ikki geva mótstøðumonnunum frið í eitt sekund, varð spælið trýst oman móti Brøndby málinum.

Málmøguleikar spurdust eisini burturúr, men tað gekk tó sera striltið at fáa nakað ítøkjuligt aftur fyri stríðið. Zuma dróg seg leysan, men eingin var at fylgja upp, tá málverjin ikki fekk hildið skotinum. Heine Fernandez varð leiktur leysur, men Krogh fekk blokkað skotroyndini, og sama skilið gjørdi seg galdandi, tá ungi Christian Poulsen slapp púra leysur eftir bandaspæl.

So brádliga kom stóra forloysingin hjá heimaliðnum. Christian Poulsen, sum tók lut í at siga øllum á miðvøllinum, hevði í fyrstu atløgu eina góða skotroynd, men hendan varð avrættað til hornaspark. Tá hetta varð sent innfyri, fekk Christian Poulsen enn ein møguleika, og hesa ferð sveik hann ikki. Við pannuni var hann fyrsur at møta bóltinum, sum fór buldrandi beina leið í meskarnar.

Hevði lagið undan málinum verið gott, so náddi tað kortini heilt nýggjar hæddir í somu løtu, sum bólturin rakti meskarnar. Hvítu áskoðararnir, sum í átta long ár hava bíðað eftir meistaraheitinum, vóru á gosi. Nú skuldu teir gulu so sanniliga fáa at vita, hvør var best í býnum, og fram til steðgin dundu sangir av alskyns slag oman yvir vøllin.


Fantastiskt av Zuma

Hevði onkur roknað við, at heimaliðið kanska fór at vera varnari í seinna hálvleiki, so var viðkomandi farin so púrasta skeivur í hesum. Heldur var tað nú soleiðis, at trýstið oman á gula málið bara vaks. Fyltir við sjálvsáliti royndu teir at kvala seinastu restina av mótstøðu burtur úr Brøndby, og eftir bert tíggju minuttum vórðu áskoðararnir vitni til eitt mál, sum uttan iva er heitur kandidatur til ársins mál í donsku superliguni.

Við rygginum móti málinum tók Sibusiso Zuma ímóti einum innleggi, og uttan at nakar Brøndby leikari fekk gjørt stórvegis við tað, lat hann bóltin hoppa eina ferð á bringuni, áðrenn hann við einum ótrúligum saksasparki sendi bóltin í handara málhorn. Av sonnum eitt mál sum sømir seg til ein meistara, og meistarar vóru leyvurnar eisini í hesi løtu.

Við bert 35 minuttum eftir, tóktist alt nú at liggja klárt hjá FCK. Teir søktu framvegis á málið, áskoðararnir tóktust alt nærri einari ekstasu, men brádliga slerdi Brøndby aftur. Eftir hornaspark stútaði Per Nielsen í kassan, og nú tóktist spenningur brádliga at koma aftur í dystin. Nakrar minuttir sá eisini út til, at teir hvítu vóru meira ella minni »groggy« av hesum. Brøndby royndi at trýsta seg omaneftir, og guli áskoðaraherðurni hoyrdist nú eisini alt betri.

Trýstið vardi tó bert eina lítla løtu. FCK reistist aftur, og tá Pascak Simpson sendi í netið 11 minuttir undan leikloki, var tað greitt. Málið kom eftir at Zuma og Thorninger høvdu leikt seg ígjøgnum í vinstru, og tá so suðurafrikanarin sendi innfyri, ´setti júst innkomni sviin innaru síðuna á, og so var leyst og liðugt.


Veitslan

Seinastu 10 minuttirnar var talan at kalla um eina stóra veitslu. Kanska ikki við 40.000 fólkum, tí gulu áskoðararnir byrjaðu spakuliga at rýma, men restin sang, dansaði og rópti. Tá dómarin blásti av, tónaði væl kenda meistaralagið hjá Freddy Mercury, sála, úr hátalarunum, meðan leikararnir fagnaðu hvørjum øðrum. Todi, sum allan dystin bert kundi hyggja, tóktist glaðari enn nakar, nú alt var liðugt.

Hóast áskoðararnir royndu at rópa leikararnar til at verða á vøllinum, so fóru teir skjótt inn í skiftirúmið, men tolin trívst verður sagt, og eftir at hava bíðað nakrar minuttir, komu leikararnir aftur inn á vøllina. Ílætnir hvør sína gull-littari troyggju, og við hópin av stórum sjampanju-fløskum og Carlsberg-gløsum runnu teir eina heiðursrundu, sum varð endað við at leikararnir fóru upp á ein pall, har teir dansandi kundu lurta til lagið »Det?r FCK«.

Áskoðarar og leikarar fingu øll tað, sum tey vóru komin eftir. Býarinnar lið er aftur meistari, og hóast føroysku áskoðararnir ikki sóu Toda »in action«, so var lítið at ivast í, at upplivingin kortini var stór. Talan var so sanniliga um ársins dyst. Áskoðararnir sóu ársins mál, og aftan á alt hetta sluppu tey at fagna ársins liði.


Dysturin í tølum

1-0: Christian Poulsen 35

2-0: Sibusiso Zuma 55

2-1: Per Nielsen 64

3-1: Pascal Simpson 79


FCK: Thomas Myhre ? Thomas Rytter, Jacob Laursen, Kim Madsen, Niclas Jensen ? Christian Lønstrup, Michael Mio Nielsen, , Christian Poulsenj, Thomas Thorninger ? Heine Fernandez, Sibosisu Zuma

Brøndby: Mogens Krogh ? Dan Anton Johansen, Krister Nordin, Per Nielsen, Auri Skarbalius ? Søren Krogh, Mikkel Jensen, Thomas Lindrup, Magnus Svensson, Ruben Bagger ? Peter Graulund