Teir seinastu dagarnar hevur prísurin á hýsu verið sera góður á Fiskamarknaði Føroya, men í gjár fall hann nógv. Tann stóra hýsan, sum teir seinastu dagarnar er farin fyri einar 16 - 17 krónur kilo, fór í gjár fyri 12,45 krónur í meðal. Besti prísurin var 14,20 krónur.
Hýsa II kom upp í 12 krónur í gjár, og meðalprísurin var 11,07 krónur. Hýsa III kom upp í 12,10 krónur og fór fyri 11,33 krónur í meðal, og meðalprísurin á hýsu IV var 6,82 krónur.
Prísurin á toski kom í gjár upp í 18,60 krónur.
Góð 155 tons vóru á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum í gjár.