So gekk tað ikki longur

Giza Hoyvík steðgaði við trivaligum sigri FC Suðuroy, ið er á veg til hús við bronsukrónunum

Tað eru meiri enn tríggjar mánaðir síðani, at FC Suðuroy síðst fór av vøllinum uttan úrtøku. Góða gongdin bar við sær, at FC Suðuroy longu hevði tryggjað sær bronsukrónurnar í næstbestu deildini undan síðsta umfari, sum er í dag.

Tíðliga seinnapartin vitjaði FC Suðuroy á niðara vølli í Gundadali. Vertur var Giza Hoyvík. Leingi varð roknað við, at júst hesin dysturin fór at verða avgerandi fyri, um annað ella hitt liðið fór at vinna triðja plássið, men soleiðis varð tað ikki. Tað komst av, at Giza Hoyvík tvær tær undanfarnu ferðirnar vann bara eitt stig tilsaman.

Í dag var Giza Hoyvík greitt omaná. Úrslitið var 5-2, eftir at heimaliðið var frammanfyri 2-0 í hálvleikinum.

Fyrsta málið skoraði miðvallarin Mikkjal T. Hentze, eftir at Ahmed Keita av baklinjuni og út frá spældi hann leysan. Eftir hornaspark og returbólt var tað Karl Martin Danielsen, sum økti til 2-0, og eftir steðgin kendist ongin vandi vera á ferð, tá ið Ahmed Keita, ið hevði verið við í upplegginum til tey bæði fyrru málini økti til 3-0.

So var tað, at FC Suðuroy svaraði aftur, og tað av álvara varð spennandi. Eiler Brattalíð minkaði um munin til 3-1 og 3-2, men heimaliðið reisti seg aftur. Tróndur Arge og Ahmed Keita skoraðu, so útslitið varð 5-2.

FC Suðuroy vann bronsukrónurnar við 54 stigum, og Giza Hoyvík endaði á fjórða plássi við 48 stigum.