Kaysten Rasmussen, formaður hjá Skála Ítróttarfelag, er ikki nøgdur við níggju dystir drúgva leikbannið, sum kvinnuvenjarin hjá felagsliðnum EBS/Skála, Poul G. Olsen, hevur fingið frá FSF tá vit spyrja hann um hetta.
Les eisini: Føroyskur venjari fingið drúgt leikbann
- Leikbannið er í øllum førum alt ov langt. Tað tænir ikki nøkrum parti at geva so langt leikbann, fyri hetta brotið framlagt er okkum, sigur Kaysten vísandi til dómarafrágreiðingina, sum hann metir vera suverent avgerandi fyri drúgva leikbannið. Venjarin hevur eisini eina heilt aðra fatan av tilburðinum og sannleikin liggur uttan iva onkrastaðni ímillum bæði úttalilsini. Eg ivist um dómarin hevur ynski um eitt so langt leikbann fyri tilburðin, sigur Kaysten.
- Sjálvandi taka vit frástøðu frá, at hann yvirreagerar, og vit hava eisini tosað um tað innanhýsis við venjaran, sigur Kaysten, sum ivast í, um teir ætla at kæra avgerðina hjá kappingarnevndini.
- Tað er spurningurin, um ein skal nýta orku upp á nakað, sum ein hevur lítla og ongan møguleika at ávirka. Úttalilsini hjá dómarunum telja alt í tílíkum avgerðum, so tað sera torført at broyta nakað uppá úrskúrðin.
- Vit eru tvey feløg, so vit mugu tosa saman og taka eina felags avgerð. Høvdu vit hildið okkum havt ein møguleika at broytt longdina av leikbanninum, so tað var meira sømuligt, so høvdu vit kært beinanvegin, sigur Kaysten.
Annars metir hann, at tað eru alt ov nógv leikbann í lægru deildunum og bestu kvinnudeildini, har dómarar og spælarar/venjarar hava hvør sína áskoðan til tilburðirnar sum geva leibannini. Hetta er nakað sum FSF og feløginiw í felag mugu fáa broytt, tí tað tænir ongum at so er, heldur hann at enda.