So rokast skipini í svartkjafti

Tróndur í Gøtu hevur lagt tær fyrstu nøgdirnar av svartkjafti upp á Tvøroyri, sum skulu brúkast til royndarkoyring av nýggja surimivirkinum.

Tróndur í Gøtu var fyrsta uppsjóvarskipið, sum í heyst fór á svartkjaftaveiði, eftir at teir vóru lidnir við sína makrelkvotu. Tá teir herfyri løgdu leiðina til Íslands at landa, høvdu teir fulla last, eini 2700-2800 tons.

 

Eftir at hava landað í Íslandi, hevur Tróndur í Gøtu longu gjørt ein svartkjaftatúr aftrat.

 

Í gjárkvøldið kom skipið á Tvøroyri við umleið 1.100 tonsum. Ein partur av veiðini verður landað til Varðan Pelagic á Tvøroyri, og restin verður landað til Havsbrún í Fuglafirði.

 

Bogi Jacobsen segði við In.fo herfyri, at nýggja surimivirkið á Tvøroyri ætlandi skal royndarkoyrast um stutta tíð, og tað er hetta, sum svartkjafturin, ið nú er lagdur upp á Tvøroyri, skal brúkast til.

 

Eitt annað uppsjóvarskip, Christian í Grótinum, hevur eisini verið sín fyrsta túr á svartkjaftaveiði í heyst, og teir vórðu lidnir at landa í Fuglafirði um middagsleitið týsdagin.

 

Christian í Grótinum var eisini fullur undir lúkurnar, eini 2400-2500 tons.

 

Fleiri onnur skip eru á svartkjaftaleiðunum eystan fyri í løtuni, og roknast kann við, at tey, sum starvast á Havsbrún í Fuglafirði, fara at hava úr at gera teir næstu dagarnar.