So rullar bólturin aftur

Í dag verður seinna hálva av Effodeildini sparkað í gongd

Tað eru 29 dagar síðani, at seinasti bólturin í Effodeildini varð sparkaður. Men nú er bíðitíðin hjá nógvu føroysku fótbóltsfjepparunum um at vera av, tí at í dag rullar bólturin aftur. Fyrstu fjeppararnir, ið fáa gleðina av at síggja lið sítt spæla, eru fjeppararnir hjá Víkingi og TB.

 

Klokkan 15 í dag hittast Víkingur og TB nevniliga í Gøtu. Talan er um tvey lið, sum undan dystinum eru á ávíkavist triða og sjeynda plássi. Víkingur hevur 33 stig, meðan TB hevur 20 stig.

 

Liðið hjá gøtumonnum og leirvíkingum er nakað skert, tí at bæði Bárður Hansen og Hans Jørgen Djurhuus eru leikbannaðir til dagsins dyst. Harafturat er Erling Jacobsen skaddur. Allir hesir tríggir leikararnir plaga vanliga at eiga fast pláss á liðnum hjá Víkingi. Heimaliðið kann tó gleða seg um, at Páll Mohr Joensen, ið skifti úr HB til Víking í summarsteðginum, hevur møguleika at spæla sín fyrsta dyst fyri felagið.

 

Hjá TB er leikbanns- og skaðastøðan væl betri, tí at allir leikarar í TB-hópinum eru tøkir til dagsins dyst. Harafturat hava heili tríggir leikarar møguleika at spæla sín fyrsta dyst fyri aldursforsetan í føroyskum fótbólti í dag. Teir eru Kofi Appiah, Jonas Gejel Hansen og Hanus Mortensen. Tó er íslendski Reynir Magnússon givin í felagnum.

 

Lars Múller er dagsins dómari.