So Sanneliga

Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festivalur hevði avgjørt eina fjølbroytta og lokkandi skrá fríggjakvøldið, men eingin ivi var um, at tað var Sanne Salomonsen, ið fólk vildu hoyra. Og hesum høvdu fyrireikararnir eisini roknað við og høvdu tí latið upp í stóra konsertsalinum, so rúm var allan vegin aftur í Klingruna. Og tað var Sanneliga eisini eitt konsertupplivilsi av teimum góðu, ið ein jazzut Sanne stóð fyri. Hon sang løg av fløguni In a New York Minute, men rockmamman kundi tó ikki heilt halda seg frá rockinum, tíbetur. Hóast stórur partur av skránni hjá henni ikki hevði mikla ferð á, so vóru tó løg, har meira lív var í og vit kendu góðu gomlu rockmammuna aftur, men hóast hetta, so endaði kvøldið hjá mongum áhoyrara við parkeringsbót

Fríggjakvøldið hevði Jazzfestivalurin í Norðurlandahúsinum Skincoat, Tangz, Flís, Alandia Bigband, Bill Buchman og Sanne Salomonsen á skránni.

Skincoat høvdu eisini hóskvøldið spælt sín frálíka tónleik og vóru tí ein hóskandi byrjan til jazzkenda rocktónleikin hjá Tangz.


Heimabakað frá Tangz

Tangz høvdu frálíka framførslu, ið prógvaði, at hetta er ein bólkur, ið fólk hava tikið til sín. Tað merktist á samskiftinum millum bólk og áhoyrarafjøld. Tangz spældi løg, ið vit kenna frá stakfløgu teirra, men tó tóktust nýggju løgini munin meira spennandi. Løg, sum manningin hevur bakað heima hjá tangentleikaranum í vikuni, ið fór, fyri at nýta orðini hjá Róki, sangaranum í Tangz.

Hóast sera spennandi, so áttu hesi nýggju løgini kanska at fingið eina viku afturat í venjingarhølinum, men tá nú stundir ikki vóru til tess, so var tað hóast alt gott, at vit fingu heimabaksturin at smakka, tí her var góðska at hóma.

Tangz og Flís vóru partur av norðurlendsku framvísanini av ungum og evnaríkum tónleikarum, sum er á festivalinum í ár. Næsta ár verður hetta tiltak í Reykjavík.

Í Musikkaféini leiktu Bill Buchman og Edvard Nyholm Debes frálíkan jazztónleik á ávíkavist klaver og kontrabass.


So Sanneliga

Men hóast Big Fat Snake kvøldið fyri høvdu eina rimmar konsert, so tóktist greitt, at Sanne var høvuðsnavnið á festivalinum. Konsertsalurin var opin aftur í Klingruna og áhoyrarafjøldin vaks og vaks, so hvørt, sum klokkan nærkaðist 22.

Ung og gomul høvdu leitað sær í Norðurlandahúsið at hoyra rockdrotningina syngja jazz. Orsøkin til jazzleiðina er samstarv við heimskenda danan Chris Minh Doky, ið endaði við fløguni In a New York Minute. Ein fløga, ið lítið og einki verður spæld á útvarpsstøðum, men sum fær mikil lovorð og er seld í hópatali.Ein fløga við heimskendum tónleikarum og einari sangarinnu, ið sleppur at prógva sín dugnaskap.

Ætlanin var, at Chris Minh Doky skuldi leika við á ferðini í Føroyum, men hetta bar honum ikki til. Ístaðin vóru mangir aðrir góðir tónleikarar á pallinum. Mong mundu bera kenslu á óføra mannin handan trummur og annað gott at sláa á. Seinni fingu vit at vita frá Sanne, at hetta var hennara góði vinur frá døgunum í Sneakers, Jacob Andersen, ið stóð fyri óførum áslátturi á konsertini.

Annars var manningin henda; Annika Askman, keyboard, Morten Jacobsen, bass, Jonas Krag, guitar, Søren Runge, flygel, Emil de Waal, trummur.


Hitt sess mín

Sanne dugdi væl á palli og hon hevur eisini royndirnar. 44 ára gamla Sanne byrjaði longu 12 ára gomul at syngja. Men tað var ein friðligari Sanne, ið skemtiliga og við eggjandi undirtónum beyð fjøldini at hitta sess sín. Við skemti og sjálvspeiðsemi helt hon sambandið við lurtaran, og álvarin kom eisini undan kavi til tíðir. M.a. tá hon sang eitt lag til minnis um pápa sín.

Tó at Sanne kom væl frá jazzskránni, so var gleðiligt at hitta góðu gomlu Rocksanne aftur, tá hon m.a. sang Beatleslagið Come Together. Tað riggaði og rockaði og hon gav seg 100%.

Men tað vóru mest løg av jazzfløguni hjá Sanne, ið vóru at hoyra. Ferðin var ikki nógv meginpartin av tíðini, men vakurt og flott var tað, men av á kom eitt sindur av lívi í á pallinum.

Sum heild ein góð konsert og gott avrik av teimum á pallinum. Men tað var, sum manglaði okkurt. So tá tey sum eykalag, eftir dyggiliga at vera klappaði inn á pallin aftur, sungu og spældu "...den jeg elsker elsker jeg", so sang fjøldin við og livdi við. Endiliga sluppu vit at røra okkum, uttan at hugsa um, at tónleikurin var so spakuligur, at vit máttu ikki órógva, sum Sanne eisini minti á í byrjanini.


Parkeringsbót

Hetta popplag, ið vit kenna frá Sanne og Thomas Helmig, setti eitt virðiligt punktum við passandi ferð á.

Men hóast ferðina, so hevur ferðin fríggjakvøldið helst verið ov ójøvn. Tí einaferð fríggjakvøldið hava politistar ella parkeringsvørðar fingið yvirtíð fyri at geva teimum, ið aktaðu vælmeinandi parkeringsleiðbeinararnar, parkeringsbót.

Tey, ið aktaðu og ikki sluppu at seta bil sín á økinum við Norðurlandahúsið, men hildu leiðina eitt sindur longur fram eftir Ringvegnum, funnu ein lepa á viskaranum eftir lokna konsert.

Dýra njótilsi fríggjakvøldið hevði ov lítla ferð. Sanne sang avbera væl, men hon er rockdrotningin. Eingin ivi um tað. Um hon nakrantíð leggur Jazzríkið undir seg, tað kann bert tíðin vísa.