Talan er um sjónvarpssøgu, tí ongan tíð áður hevur nakar annar miðil enn almenna Kringvarpið sent føroyskan fótbólt í veruligum sjónvarpið.
Tað er FSF, sum stendur fyri nýggju sendingini, har fyrrverandi landsliðsspælarin, Uni Arge, er vertur. Uni er útbúgvin journalistur, og hevur eisini verið í starvi hjá Kringvarpinum.
Um sendingina sjálva verður sagt, at hendan miðjar eftir eisini at ferðast í tí partinum av fótbóltsheiminum, har siðbundnu miðlarnir ikki vanliga ferðast. Altso eisini til breiddina. Á skránni hesa ferð er umrøða av einum fótbóltsfelag, kjak, har Magni Mohr, fysiskur venjari, og Jákup Mørk, ítróttarskrivari, taka lut, og vangamynd av einum føroyskum landsliðsspælara.