FC Barcelona tapti í gjár fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Hóast Lionel Messi og teir vóru á odda 2-0, so endaði tað við útvísting og 3-2 tapi í evstu løtu fyri Real Sociedad.
Tað var lítið, sum bendi á, at hetta skuldi verða dagurin har Barcelona tapti. Fyrst legði Lionel Messi gestirnar á odda, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Pedro til 2-0.
Stutt fyri hálvleik minkaði Real Sociedad um munin. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik fekk Barcelona miðverjin, Gerard Pique, sítt seinna gula kort og varð útvístur. Bara nakrar minuttir seinni javnaði heimaliðið.
Í yvirtíðini sendi Real Sociedad ein bólt innfyri úr høgru. Inni í brotsteiginum var Imanol Agirretxe fyrstur á og tryggjaði liðnum úr baskaralandinum sigurin.
Hetta er fyrsta tapið hjá Barcelona í hesum kappingarárinum. Undan hesum dystinum hevði katalanska stórliðið vunnið allar dystirnar í landskappingini uttan ein, sum endaði við javnleiki.
Tað eru 11 stig niður til Atletico Madrid og 18 stig niður til Real Mandrid, sum bæði spæla í kvøld. Atletico Madrid fær vitjan av Levante, meðan Real Madrid er í Valencia.